Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Altjóða dagur at basa harðskapi móti kvinnum - tíverri framvegis viðkomandi

2019-11-25 12:29

25. november er altjóða dagur hjá ST, har fokus er á at basa harðskapi móti kvinnum. Her hjá okkum varð dagurin markeraður fríggjadagin við tiltaki í Perluni í Havn, har Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, og íslendska Ragna Bjorg Guðbrandsdóttir, høvdu framløgur.

Skelkandi støða
Kathrina Lindenskov Holm fortaldi um skelkandi støðuna hjá kvinnum, hvørs makar hava verið harðligir og bukað tær. Tær kunnu meira enn so uppliva at missa foreldramyndugleikan til harðliga makan, og tær fáa ikki nóg góða ráðgeving.

Um ein kvinna hevur fingið bank frá makanum, kanska í fleiri ár, og so endiliga megnar at fara, skal hon hava alla ta hjálp, henni tørvar. Hetta kann vera sálarlig hjálp, hjálp til at melda makan til løgregluna fyri harðskap, hjálp at finna ein bústað, hjálp til at koma fyri seg og annars at skapa eina tilveru uttan harðskap fyri seg sjálva og síni børn. Men tíverri er hetta ikki støðan í Føroyum í dag, so hetta mugu og skulu vit gera nógv betri.

Og vit skulu minnast til at møta kvinnuni uttan fordómar og uttan dømandi spurningar um, hví í allari víðu verð hon hevur funnið seg í at liva við harðskapi og í at verða sligin. Hetta er eitt mistak, sum vit ofta gera, og tá koma vit ongan veg, um vit ynskja at bróta ta óndu ringrásina, sum bukaða kvinnan er í.

Nógv at læra úr Íslandi
Ragna Bjørg Guðbrandsdóttir er leiðari á Bjarkarhlíð, sum er móttøka fyri fólk, ið eru fyri harðskapi. Hendan loysnin er betri enn okkara, tí her fær ein bukað kvinna atgongd til neyðuga ráðgeving á einum og sama stað. Ein løgreglukvinna er eisini í føstum starvi á Bjarkarhlíð, og hetta fær allarhelst kvinnurnar og harvið eisini børnini at kenna seg tryggari. Hendan loysnin er áhugaverd, og vit eiga at seta eittt slíkt tilboð á stovn í Føroyum.

Betri umstøður neyðugar
Tað eru nú 9 ár síðani, at Amnesty International saman við øðrum felagsskapum fekk politisku skipanina at lova at taka spurningin um harðskap móti kvinnum í størri álvara. Ein heildarætlan at basa harðskapinum varð løgd fram 8. mars 2011, og vit arbeiða framvegis eftir hesi heildarætlan.

Hetta arbeiðið skal raðfestast høgt, umframt at Kvinnuhúsið og Kreppumiðstøðin skulu hava betri sømdir, tí húsini eru í alt ov ringum standi. Sum onkur helt fyri á fundinum, eiga vit at finna eini flott og góð hús, tí eingin loysn er ov góð til kvinnur og børn, sum eru rýmd heiman undan harðskapi.

Harumframt eiga vit at seta eina skipan í verk við móttøku, sum er meinlík teirri íslendsku, umframt at sálarligur harðskapur skal kriminaliserast. Sálarligur harðskapur er ikki minni vandamikil enn likamligur harðskapur, og hetta eiga vit at taka í nógv størri álvara, enn vit higartil hava gjørt.

Eg vil takka Amnesty International, Kvinnuhúsinum, Sig frá verkætlanini í Almannamálaráðnum og Kvinnufelagnum í Havn fyri at hava skipað fyri hesum sera upplýsandi og tankavekjandi tiltaki, sum tíverri framvegis er alt ov viðkomandi.

Kristianna Winther Poulsen