Ættaður úr Vestmanna
Bústaður: Heygalíð 19


Almennur starvsfólkapolitikkur

Tað má verða okkurt spinnandi galið við starvsfólkapolitikkinum hjá tí almenna. Í sambandi við uppsagnarmálið av tíðindaleiðaranum hjá KVF, stendur soleiðis at lesa:

”Liljan Weihe hevur í morgun fingið boð um, at ætlanir eru um at hon skal úr starvinum sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum og setast í annað starv, sum verður gjørt til hana.”

Gjørt til hana? Álvaratos!

Tað kann ikki verða rætt, at man má finna uppá nýggj almenn størv, hvørjaferð man rennur pannuna ímóti av uppsagnum av almennum leiðarum.

Hetta er ikki fyrstu ferð hetta hendir. Eitt annað vælkent dømið var, tá ið Heilsumálaráðið kom í trupulleikar av einari leiðarauppsøgn, sum hevði við havnaútbyggingina í Tórshavn at gera.

Sama mannagongd, bara soleiðis!

Tað kann tykjast sum um, at er tað ov trupult at fáa fólk úr ávísum størvum, so finnur man bara uppá nýggj størv at flyta viðkomandi í. Fyri at fáa frið!

Skulu nýggj størv gerast í almenna geiranum, skulu tey mannast við best skikkaðu umsøkjarunum. Tað sigur almenni setanarpolitikkurin, og soleiðis skal tað eisini verða.

Almenni starvsfólkahópurin er eksploderaður seinastu árini, og vit kunnu ikki bara uttan víðari, bara soleiðis finna uppá nýggj størv, uttan at hava fígging til tey.

Tað steðgar av sær sjálvum einaferð.

Hilbert Elisson