Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Almennur politiskur kjakfundur - Føroya Væl

Veljarfeløg - 

Fundurin verður 10. januar 2018, Aulan Finsen - gamli Kommunuskúlin

Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, skipar fyri almennum politiskum kjakfundi í nýggja árinum.

Heitið á fundinum: Hví nýggja stjórnarskipan? Hví Loysing?

Fundurin verður 10. januar 2018, kl.19.00-21.00, Aulan Finsen - gamli Kommunuskúlin.

Evnið er valt í sambandi við ætlaðu fólkaatkvøðuna hjá samgonguni um nýggja stjórnarskipan.

Føroya Væl heldur, at tørvur er á einum nógv meira breiðum fólksligum politiskum kjaki og innliti í, hvat samgongan arbeiðir við, um endamálið við einari nýggjari stjórnarskipan, um avleiðingar o.a.

Tey, sum fara at taka lut eru okkara landspolitikarar, fakfólk og onnur.

Meira um henda politiska kjakfundin seinni.

Nevndin í Føroya Væl

Johan Dahl, formaður

RN