Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Almenna Orka køvir privata framtaksemi

Orka er almenni stovnurin, ið skal fremja orkupolitikk landsins í verki. Men Orka brúkar í løtuni kreftirnar upp á at gera seg inn á privata framtaksemi í orkugeiranum. Í almennum skrivi boðaði Orka mánadagin frá, at stovnurin arbeiðir við at fáa broytt viðurskiftini, so til ber at gera útboð. Hetta er tó beinleiðis skeivt, tí onki forðar Orku í at gera eitt útboð av vindorku eftir leistinum brúktur í 2008 og 2012. Elveitingarlógin er óbroytt á hesum øki, men Orka hevur valt at broyta mannagongd.

Vindrøkt og Siggert Patursson gjørdu longu í 2011 samstarvsavtalu um at byggja vindmyllulund í Hoyvíkshaganum. Avtalan byggir á eitt formligt loyvi givið av Búnaðarstovuni til Siggert Patursson í 2005 til at fara undir vindorkuvirksemi í Hoyvíkshaganum. Samstarvsavtalan var grundarlagið fyri boðnum hjá Vindrøkt í almenna útboðnum av vindorku í 2012. SEV luttók eisini í tí útboðnum, har almenna orkufelagið sum kunnugt vann grundað á eina ætlan um at byggja vindmyllulund í Húsahaga. Tá átalaðu hvørki Orka ella SEV, at Vindrøkt og Siggert Patursson samstarvaðu um at bjóða seg fram.

Tá Orka nú sigur seg arbeiða við at broyta viðurskiftini til frama fyri einum útboði av Hoyvíkshaganum, snýr tað seg um, at Orka hevur fingið Búnaðarstovuna at taka aftur loyvið til Siggert Patursson. Ein avgerð, sum onki sakligt grundarlag hevur, og tí eisni er blivin kærd. Tað er tíðin til hesa kæruviðgerð, sum bæði SEV í farnu viku og nú eisini Orka ilskast inn á. Tað er onki nýtt í, at SEV fatar seg sjálvan sum ein stat í statinum og tí leggur líka í, at vit liva í einum rættarsamfelagi. Men at Orka eisini er blivin boðberi hjá monopolinum harmar okkum.

Vindrøkt hevur sum privat vinnufyritøka sýnt framtaksemi í at vera tann fyrsta fyritøkan at fara undir handilsligt vindmylluvirksemi í Vestmanna fyri yvir 15 árum síðani. Eisini tá stríddist almenna elfelagið ímóti, men tá gjørdi Eyðun Elttør, orkumálaráðharri, bart og gav SEV knívin á barkan fyri at fáa gongd á vindorkuframleiðslu í Føroyum. Tað eydnaðist. Seinni gjørdu myndugleikarnir av at bjóða vindorkuframleiðslu út í tveimum umførum, í 2008 og 2012, har Vindrøkt eisini luttók.

Í 2018 hevur Orka eyðmerkt 10 økir í landinum, sum tey meta vera egna til at framleiða vindorku á. Tey eru væl vitandi um, at á tveimum av hesum økjunum – í Hoyvíkshaganum og í Junkarahaganum við Kvívík – hevur Vindrøkt fyri fleiri árum síðani í framskygni gjørt sínar egnu kostnaðarmiklu kanningar og gjørt avtalur við festara og ognarbónda um at byggja vindmyllulundir til at luttaka í komandi almennum útboðum. Tí soleiðis vóru tey bæði fyrstu almennu útboðini skipaði.

Kostnaðurin fyri at framleiða elorku við vindmyllum er sjálvandi tengdur at teimum íløgum, ið skulu gerast og rakstrarkostnaðinum av vindmyllunum. Hetta vil vera ymiskt alt eftir, um eitt nú long vegastrekkir mugu gerast – sum í Kvívík – ella um undirstøðukervið er tøkt – sum í Hoyvíkshaganum. SEV framleiðir í dag grøna elorku við vindmyllunum í Húsahaga fyri áleið 35 oyru fyri hvønn kilowatttíma, meðan tilsvarandi svarta elorkan frá Sundsverkinum kostar áleið 70-80 oyru fyri hvønn kilowatttíma. Møguliga sparingin av eini vindorkuútbygging er tí øgiliga stór.

Orka kann sostatt gera eitt útboð av vindorkumátti í morgin, har tey tilskila sær rætt at vraka øll innkomin boð, um tey ikki meta hesi vera kappingarfør. Á tann hátt hevur myndugleikin fullan ræðisrætt av útboðnum. Vinnur Vindrøkt eitt tílíkt útboð og fer undir at byggja vindmyllulund í Hoyvíkshaganum beinanvegin, kann SEV longu komandi ár spara millum 30-40 milliónir krónur árliga í oljuútreiðslum. Harumframt sleppur SEV tá undan at gera íløgur fyri 200 milliónir krónur og kann lækkað elprísin aftur til frama fyri grønu umleggingini og kappingarførið okkara. Hetta er eisini tað, sum Umhvørvisstovan vísir á í skrivi sínum í gjár um góðkenning teirra av príshækkingini hjá SEV. Har vísa tey á fyrimunin fyri SEV og samfelagið alt, at privatir aktørar bjóða seg fram til kappingarførar prísir. Tað er júst ætlan okkara: At veita føroyingum grøna elorku til kappingarførar prísir.

Vit hava í dag brúk fyri framskygdum og djørvum politikkarum, ið eins og Eyðun Elttør á sinni tora at taka avgerðir, ið framskunda og fremja neyðugu grønu orkuumleggingina. Vit eru tilreiðar, hóast almenna Orka í løtuni ger sítt til fyri at køva okkara framtaksemi.

Jóhan í Niðristovu, stjóri
P/F Vindrøkt