Almannaverkið má endurskoðast

2015-03-12 02:41

 Almannaverkið má endurskoðast.:

Nú mín áhugi hevði verði at stilla upp í politikki, ja so mugu baði bein verða væl fest niður á jørðina, serliga tá hugsa verður um, at hjálpa tí veika í hesum samfelag.

Eftir míni bestu sannføring má Almannaverkið endurskoðast, og serliga verða jaligt móti teimum veiku.


Viðmerking.:


Var á fundi á Almannaverkinum fyri døgum síðan, her var ein fyritíðarpensjonistur sum yngsti at søkja um hjálp, v.m.

Tann sum rópti seg at verða ráðgevi hjá hesum persóni vendi ryggin til og setti seg at gera útrokningar.

Eftir eini løtu vendi ráðgevin sær og upplýsti at sakin var avvíst, tí viðkomandi persónur hevði stórt yvirskot hvønn mána.

Hvussu kann ein fyritíðarpensjonistur hava stórt yvirskot hvønn mána, tá føstu útreiðslurnar eru um kr. 8.000,- pr. mána, og inntøkan er knapt kr. 12.000,- pr. Mána.

Fyrst av øllum breyt hesin ráðgevi lógina so dyggiliga, ráðgevin slongdi upp í andliti á hesum persóni at sakin var avvíst.

Eg sum var við hesum persóni bleiv lammaður av hesum svarið, fyri mær sá hetta út til, at ráðgevin sjálvur skuldi gjalda av egna lumma.


Mín uppfatan av hesi, og møguliga nógvum øðrum søkum er, at um persónur vendur sær til Almannaverki skal viðkomandi greiða frá sínum ørindum, er viðkomandi fyritíðarpensjonistur skal hesin eisini gera vart við um hesin hevur fingið tilluta fyritíðarpensjón áðrenn 01. januar 2003 ella eftir 01.januar 2003.

Tá persónur fer í holt við at søkja um at fáa fyritíðarpensjón, viðkomandi ynskir nokk ikki at senda umsókn ógrundað, søkt verður í flestu førum vegna skaða ella álvarsligar sjúkur.

Tá umsóknin er játta skuldi ráðgevin eisini boða frá, at um viðkomandi hevur arbeitt í øðrum landi, tó Danmark undantikið, hevur rætt til ískoytis pensjón í tí landi ein hevur arbeitt í.

Vinarliga

Sofus Hansen