Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Allir flokkar raðfesta nú sálarheilsu

2020-06-13 08:25

Vit í Sosialistisk Ung eru sera takksom fyri, at borgarliga samgongan nú raðfestir sálarheilsu, so ung fáa tilboð um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Óivað er hetta prógv um, at við konstruktivum og savnandi arbeiði røkka vit málum.

Saman við øðrum ungmannafeløgum, áhugafeløgum og politiskum flokkum, hevur Sosialistisk Ung í nærum 10 ár arbeitt fyri, at sálarheilsa skal javnsetast við likamliga heilsu. Hóast arbeiðið hevur verið drúgt, síggja vit nú verulig framstig.

Vit hava øll árini víst á, at heilsuverkið skal bøta um viðgerðina av sálarligum sjúkum og skaðum, at fyribyrgjandi arbeiðið skal gerast betur, og at vit øll skulu blíva raskari at práta um sálarlig frávik, sum úti við helmingurin av okkum uppliva minst eina ferð í lívinum.

Í 2016 varð tilmæli handað politiska myndugleikanum, um hvussu ein neyðtøkutilbúgving kann skipast á Landssjúkrahúsinum. Bæði í núverandi og undanfarna samgonguskjalið varð nevnt, at sálarheilsa skal vera javnsett við likamliga heilsu. Í desember 2019 samtykti eitt samt Løgting uppskot um ókeypis sálarhjálp til børn og ung.

Og júst í hesari vikuni boðaði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá, at børn og ung endiliga fara at fáa ókeypis sálarhjálp, og at arbeiðið við at stovna eina tilbúgving fyri neyðtøkuoffur úti á Landssjúkrahúsinum er væl ávegis.

Vit gleðast um, at hesi bæði átøkini nú verða framd, og at tað tykist sum, at politiska skipanin er samd um at javnseta sálarliga og likamliga heilsu.

Eisini vilja vit takka Sinnisbata fyri teirra ótroyttiliga arbeiðið.

Næst eiga vit at seta á stovn eina sálarheilsuskaðastovu, eina bráfeingislinju og at varpa enn meira ljós á evnið í fólkaskúlanum. Eisin hevði skipan við skúlasálarfrøðingi á hvørjum skúla muna væl.

Landsstýrismaðurin er á røttu leið, og okkara lutur skal so ikki liggja eftir, at stuðla uppundir øll átøk, sum fremja batar innan sálarheilsuøkið, sum ávirkar so mong ung í Føroyum í dag.

Rói Dam Dalsgarð,
formaður í Sosialistisk Ung