Allar gøtur føra til høvuðsstaðin!

2012-10-15 14:18

Náttúran er beint uttan fyri gluggan hjá okkum, ið búleikast í Føroyum. Hetta er forkunnugt og ein møguleiki, vit áttu at givið størri ans.

Rørsla er góð fyri heilsuna, einki nýtt er í tí. Grikski læknin Hippokrates sum livdi  uml. ár 400 fyri føðing Krists, segði kendu orðini : ein gongutúrur er besti heilivágur!

Hesi orð eru líka viðkomandi í dag sum tá tey vórðu søgd.  

Tá vit summar sum vetur fara úr heitu stovuni út at ganga, renna og/ella bara njóta ríkidømið, eiga vit at hava alskyns møguleikar at velja í.

Gøturnar kring Havnina eru nógvar at fara, og hvør einasta hevur nakað serstakt at bjóða.
Hóast nógv er gjørt á hesum økinum hiðartil, eigur arbeiðið at halda fram, og har rokkið ikki er heilt á mál, skal arbeiði gerast liðugt.

Onnur avbjóðingin er so at fríðka um hesar gøtur, merkja tær, so lætt er at finna vegin, eisini hjá teimum sum ikki eru staðkend. Hetta er eisini eitt gylt høvið at gera smá frípláss við gøturnar har høvi skal vera at seta seg niður, taka sær av løttum og njóta náttúruna.

Ferðavinnan skal sjálvsagt eisini fáa ágóðan av hesum gøtum og økjum, tí skal kunning og kunnandi tilfar fáast til vega so ferðafólk lættliga hava møguleika at finna gøturnar og ganga tær.

Royndir aðrastaðni vísa, at til ber á sera hegnisligan hátt at merkja gøtur og tað ber sjálvandi eisini til hjá okkum. 

Tað sum skal til er:

  •     At fríðka um gøturnar, og bøta um tær, har tað er neyðugt
  •     At merkja gøturnar, møguliga við litaðum steyrum so tær eru tryggar at ganga
  •     At kunna um ymsu gøturnar á atkomuligum staði, so lætt er at finna tær

Sjøtul er í seinasta valskeiði settur á at menna arbeiðið við at gera gøtur kring høvuðsstaðin, og hettar til mikla gleði fyri borgararnar í kommununi. Hettar arbeiðið eigur sjálvandi at halda fram, so vit av sonnum kunnu siga, at allar gøtur føra til høvuðsstaðin!