Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

Allar broytingar eru radikalar at byrja við

2019-05-02 09:13

Ímyndi tykkum, um vit ikki høvdu hetta samfelagið, vit liva í í dag. Arbeiðararørslan, kvinnurørslan, umhvørvisrørslan og fullveldisrørslan fingu ongatíð luft undir veingirnar, tí teirra tankar og teirra hugsjónir vóru skírdar radikalar, óhugsandi og ómøguligar. Hvussu hevði samfelagið tá sæð út? Ímyndið tykkum.

20. August í fjør setti ein ung svensk genta, Greta Thunberg, seg uttanfyri Ríkisdagin í Svøríki við einum skelti. Á skeltinum stóð “Skolstrejk før klimatet”. Hennara boðskapur var, at um tey vaksnu ikki løgdu í hennara framtíð, so gjørdi hon heldur ikki. Tí segði hon, at tað var ikki neyðugt hjá henni at ganga í skúla og útbúgva seg til eina framtíð, hon ikki átti. Hetta var sjálvandi í samband við mannaskaptu veðurlagsbroytingarnar, sum í alt ov langa tíð hava mangla politiska handling. Greta tók sakina í egnar hendur. Hon segði nú er nokk. Hetta inspireraði ung um allan heimin og í felag stóðu og standa hesi ungu saman um framtíð sína.

Tit hugsa kanska “hvat hava veðurlagsbroytingar og umhvørvið við 1. mai at gera?”

Jú, umhvørvisrørslan, ið er runt allan heimin í dag, kann í stóran mun samanberast við arbeiðararørsluna, sum vit kenna hana.

Hendan umhvørvisrørslan ger upp við brúkaramentalitetin hjá okkum. Hon ger upp við okkara leti. Hon ger upp við okkara ábyrgdarloysi og okkara líkasælu.

Men hon ger eisini upp við valdselituna, ið ikki tekur ábyrgd av sínum handlingum og misnýtslu.

Ábyrgdina av heimsdálkingini eigur ikki einkulti persónurin ella arbeiðarin. Umleið 100 fyritøkur í heiminum standa fyri 70% av útlátinum. Men hóast hetta, so verður politiska ábyrgdin løgd á vanliga, arbeiðandi fólkið, ið ikki hevur keypt sær el-bil, ella fingið sær hitapumpu, og sum ikki keypir vistfrøðiligt.

Ábyrgdin verður tveitt á arbeiðandi fólkið, ið ikki hevur ávirkan á hvussu nógv ein fyritøka útletur, ella hvønn grønan politikk fyritøkan hevur.

Misskilji meg ikki, vit lyfta øll í felag, og eiga øll eina ábyrgd í at minka um okkara egna útlát, eins og heimsútlátið.

Men tølini kunnu ikki misskiljast. 70% av heimsútlátinum kemur frá 100 fyritøkum. Hundrað!

Og vit seta ikki nóg stór krøv til stórkapitalin, tí stórkapitalurin er so sterkur og tí hann í gásareygum skapar virðini í samfelagnum. Men hetta vita vit jú ikki passar. Vit skapa øll virðini. Arbeiðsgevarin er einki uttan arbeiðandi fólkið, og harvið verða eingi virði skapt uttan arbeiðaran heldur. Tí mugu vit standa sterk saman og krevja, at stórar fyritøkur taka sær um reiggj.


Pengar, pengar, pengar

Vit hava ein stóran trupulleika í okkara samfelag, tá vit bara máta vinning og ríkisdømi í búskaparligum vøkstri. Pengar. Pengar og aftur pengar.

Í dag verður okkara BTÚ bert roknað útfrá endaligu framleiðsluni av tilfari og hvør peningur er í umferð í Føroyum. Men vit eiga at víðka hetta hugtakið. Virðini í føroyska samfelagnum síggjast ikki bert í búskaparligum vøkstri. Um búskapurin veksur, men lívfrøðiliga margfeldið lækkar, so er hetta avgjørt neiligt fyri samfelagið. Um búskapurin veksur, samstundis sum ójavnin veksur, so er hetta eisini neiligt fyri samfelagið. Búskaparligur vøkstur er ikki góður í sjálvum sær. Tí tá alt kemur til alt, so ber tað ikki til at eta pengar.

Við hesi gongdini, ið vit liva í, har vit keypa fyri at keypa, brúka fyri at brúka, oyðsla, tí vit kunnu, er alt sum bendir á, at á nærum øllum frontum ganga vit skeivan veg.

Brúksmentaliteturin, vit hava, ger, at vit mugu arbeiða nógv meira enn neyðugt, tí einasta endamálið í langa endanum er, at búskapurin skal vaksa - tað verði seg hjá húsarhaldum og samfelag. Vit skulu hava meira pengar, so vit kunnu keypa meira og blaka meira burtur. Men vit vita eisini, at vanliga fólkið eru tey, ið síðst merkja ágóðan av góðu tíðunum, meðan tey eru tey fyrstu at merkja ringu tíðirnar.


Radikal og idealistisk?

Ofta verður sagt um yngra ættarliðið, at tey eru ov radikal og idealistisk, og at tey við aldrinum fara at hugsa annarleiðis. Men er tað radikalt og idealistiskt at stríðast fyri betri broytingum fyri okkara borgarar, samfelag og heim?

Tað, sum vit meta sum rættindi og góð kor í dag, var radikalt einaferð. Einaferð, var 12 tímar arbeiðsdagur vanligur, og 8 tímar arbeiðsdagur ein radikalur tanki og tað er hóast alt ein av grundunum til, at vit eru savnað her í dag.

Einaferð var ókeypis heilsuviðgerð ein radikalur tanki. Einaferð var rættur til skúlagongd hjá øllum ein radikalur tanki. Einaferð var tað ein radikalur tanki, at kvinnur skuldu hava valrætt.

Í dag eru hetta alt rættindi, ið vit vilja gera alt fyri at verja.

Nei, tað er radikalt og idealistiskt at halda á fram við hesi somu gongdini. At halda, at vit kunnu troyta heimin og náttúrutilfeingi líka nógv, sum vit gera í dag, og framvegis at halda okkum kunna gera tað eitt sindur meira, er idealistiskt og radikalt. Tað er radikalt at umskylda stóru, dálkandi fyritøkurnar við grundgeving um, at tær skapa virðini og inntøkurnar í samfelagnum.

Vit byggja okkara samfelag á, at tað sum vit hava nú eigur at vera, og at tað er tað einasta rætta. At vit ikki kunnu loyva okkum at broyta nøkur ting.

Men tørvar okkum alt tað, vit hava í dag? Tørvar okkum hetta ovurhondsstóra ríkidømið? Tørvar okkum, at okkara borgarar arbeiða dag inn og dag út, bara fyri at tjena pengar fyri at hava ráð at gjalda tað, ið okkum faktist ikki tørvar?

Vit skulu skipa okkara samfelag skynsamt og rættvíst. Vit hava skipað tað samfelagið, vit liva í í dag, og vit kunnu tí eisini broyta tað. Í felag.

Vit skulu gera stórar broytingar. Vit eiga at lækka arbeiðsvikuna, so at vit arbeiða minni og bara eru meira. Okkum tørvar minni pengar og meira frítíð. Vit skulu vera saman við børnunum og okkara kæru, meira enn vit eru í dag. Vit skulu oyðsla minni, og endurnýta meira.


Ung og arbeiðsrættindi

Eg varð ikki sørt stolt, tá eg varð biðin um at halda røðu her á reyða torginum í Vestmanna í dag. Á hesum staðið, har ið mangar stríðshetjur og megnar røðarir hava hildið røðu árini framanundan.

1. mei er ein týdningarmikil dagur, har vit savnast um arbeiðarastríðið og minnast á tey stríð, ið vunnin eru, men sanniliga eisini, har vit ressast fyri at halda á fram við stríðnum fyri einum betri samfelag.

Eg eri so mikið ung, at eg eigi ikki so nógv ár á arbeiðsmarknaðinum enn, men tey eru nøkur ár, hóast alt, eini 10 ár í tali. Men mín ungi aldur ger eisini, at eg kenni væl til støðuna á arbeiðsmarknaðinum hjá ungum. Tað er, í mínum hugaheimi, serstakliga viktigt, at øll fáa eina góða byrjan á arbeiðsmarknaðinum og frá fyrsta degi kenna sína støðu og síni rættindi.

Tá ið Unga Tjóðveldið fyri einum árið síðani fór undir eina kampanju um arbeiðskorini hjá ungum í Føroyum, so komu nógvir óhugnaligir veruleikar fram.

Tað, sum gekk aftur og aftur var:

- at ung verða trekt í løn, fyri pausur, tey hava rætt til, men ikki fáa.

- at ung verða trekt í løn fyri mat, ið tey ikki eta.

- at ung ongan sáttmála fáa, og harvið ikki tryggjar arbeiðsumstøður.

Ung eru alt ov óvitandi um teirra rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Ung vera í stóran mun útnyttað óvitandi um, at tey verða tað.

Ung hava eisini rætt til sáttmálar!

Ung hava rætt til steðg í arbeiðstíð!

Ung hava rætt til sámuliga løn!

Tað er eitt ávíst ósamsvar í, tá ungdómurin ger sína skyldu, men ikki fær síni rættindi. Rættindi og skyldur í einum modernaðum fólkaræði eiga fylgjast at.

Men tá stór samtak útnytta ung fyri teirra arbeiðsmegi, so noyðast vit at standa saman við teimum ungu og krevja, at arbeiðsviðurskiftini verða trygg og góð.

Ungdómurin má fylkjast mótvegis arbeiðsgevaranum fyri at tryggja virðilig arbeiðskor.

Ungdómurin eigur tann rætt, til eitt gott og trygt arbeiðslív, frá byrjan til enda. Arbeiðarin skal ikki góðtaka ósømiligar umstøður í ótta fyri at vera útskiftur. Saman, sum ein hópur, eru vit sterkari at krevja okkara rætt.

Í matstovuvinnuni, á flakavirkjum, havnaløgum - allað staðnis, har verkafólkið fremur sítt dagliga virki, eiga øll, ung og gomul, ófrávíkjandi rættindi, ið vórðu kravd av verkafólkinum undan okkum. Vit eiga at krevja okkara rætt nú. Fyri tað arbeiðandi fólki á sjógvi og á landi, nú og komandi.


Vælferðarsamfelagið
Vælferðarsamfelagið, ið vit í Norðurlondum eru so heppin at liva í, er ikki komið av sær sjálvum. Tað mugu vit ongantíð taka fyri givið.

Vælferðarsamfelagið møtir altíð mótstøðu og ætlanum um avlaging. Tí er tað so umráðandi, at vit hátíðarhalda 1. mai og halda á fram at stríðast fyri okkara rættindum. Vit skulu altíð verja hesi rættindi og berjast fyri at tryggja øllum góð kor. Bert soleiðis halda vit á fram í stríðnum móti einum rættvísari samfelag.

Vælferðarsamfelagið er livandi. Tað livir og flytir seg saman við okkum, ið mynda tað. Tað broytist í mun til okkara tørv og førimun. Vit byggja omaná tað, tá okkurt er, sum hevur mangla, og vit broyta tað, ið ikki riggar.


Alt vald í Føroyum sprettir úr føroyska fólkinum

Men samfelagið, ið vit vilja liva í, er eisini tengt at hvør tað er, sum skipar tað. Tað eru vit øll her, og restin av Føroya fólkið, ið eigur valdið at skipa tær Føroyar, ið vit skulu liva í.

Alt vald í Føroyum sprettir úr føroyska fólkinum, og tí eigur alt valdið at liggja hjá okkum øllum. Tað er hóast alt vit, ið kenna hetta samfelagið best, og best vita, hvør tørvurin og førimunurin er.

Og tað er týdningarmikið, at vit skipa Føroyar eftir Føroyum, og ikki eftir Danmark, Bretlandi ella Amerika. Vit skulu skipa samfelagið eftir tí, ið okkara samfelag hevur tørv á, og gera skipanir, ið eru ætlaðar okkara samfelag og okkara borgarum.

Latum okkum ongantíð taka tey stríð, ið vunnin eru, fyri givið, men enn viktigari: lat okkum ongantíð køva tey stríð, ið eru í gongd beint nú. Vit mugu ongantíð gloyma, at tey rættindu, ið vunnin eru, eisini einaferð vóru radikal og óhugsandi fyri nógv. Men tey vóru neyðug og vóru við til at flyta okkum nærri einum frælsum, samhaldsfastum og burðardyggum samfelag.

Túsund takk fyri meg og framhaldandi góðan altjóða arbeiðaradag!