Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aliloyvi uttan umhvørvisgóðkenning

Hin 9. oktober 2017 varð ikki heimilað aliloyvi til Luna vesturi í Víkum kært til Heilsu- og Innlendismálaráðið, men sæst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, at aliloyvið er játtað síðst í desember.

Enn er einki svar komið til kæruna, og kann slíkur umsitingarligur arbeiðsháttur tí tykjast rættuliga løgin.

Men hinvegin er jú talan um Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið inntil fleiri ferðir hevur víst seg ikki føran fyri at umsita fleiri av landsins lógum - m.a. Býarskipanarlógina har byggisamtyktir verða skúgvaðar til viks vegna hóttan frá fyrrverandi borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, um samgonguslit..... vit minnist eisini uppøsta mannin..."hasi hvítu húsini á Vaglinum", tá hann varð skrottaður sum borgarstjóri.

Nátúrufriðingarlógin er ikki umsitin av nøkrum stovni, og avgerðir kunnu ikki kærast, just sum Umhvørvislóg og Havumhvørvislóggávan eru sum gummibomm, ið kann jaklast og tambast sum best ber til.

Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg megnar ikki at umsita síni málsøki, men er eisini undir hørðum ágangi frá diktatorum og stórkapitali, so kanska skal berast yvir við henni.

Tá tað ikki sær út til at ein kæra verður svarað, kann hon væl leggjast fram her:

Heilsu- og Innlendismálaráðið

Eiragarður 2

FO100 Tórshavn

Kæra um manglandi umhvørvisgóðkenning til aling vestur úr Vágoy í økinum í Víkum.

Undirritaði loyvir sær við hesum at kæra ætlanina at loyva laksaaling vestur úr Víkum í Vágum, og her vísa til, at eingin umhvørvisgóðkenning hevur verið lýst ella kunngjørd.

Alivirksemi er sambært Umhvørvislógini hoyrandi til kapitul 5 har talan er um serliga dálkandi virkir v.m. Í § 26 verður nevnt, at "fyritøkur, virkir ella útbúnaður, ið eru at finna í fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt. Nevndu fyritøkur, virkir ella útbúnaður mugu ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins, fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend."

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni er í yvirliti víst hvørjar alistøðir á sjónum hava umhvørvisgóðkenning, og sæst at samsvar ikki er millum hetta yvirlit, har P/F Luna hevur fingið umhvørvisgóðkenning nevnda: Sørvágsfjørður (A-09,39), og tað kortyvirlit, ið Landsverk / Umhvørvisstovan hevur á kortal.fo har Sørvágsfjørður og alt økið norður úr Vágoy er nevnt alifjørður C-20 og við alistøðum nevnd A83 á Sørvágsfirði og A14 í økinum norður ur Víkum.

Tað má sigast at verða rættuliga átaluvert at einki samsvar er millum tekstyvirlit til alistøðir og so kortyvirlit. Næst er greitt at Sørvágsfjørður á ongan hátt kann samanberast við opið hav norður úr Vágoy.

P/F Luna hevur alment sagt frá at dálking stendst av virkseminum á Sørvágsfirði, ið, sum flestu firðir í landinum hava gátt við fjarðamunnan, og at allur fiskur í farnu viku er tikin vegna nógva laksalús. Alivinnan kann ikki rekast skynsamt og burðardygt við nýtslu av kemiskum evnum, við ronkilsi ella við feskum vatni, og verður tí álvarsom dálking at standast á alla lívfrøðina á firðinum. Dalking frá nótum, fóðurleivdir og skarn, hydrogenperoxyd og kombiviðgerðir við blandingsevnum, ið eru sera vandamikil, er sjálvsagt ikki ein háttur at reka eina burðardygga vinnu. Umhvørvisstovan umrøður í sinum góðkenningum at BAT-tøkni skal nýtast har hon er tøk, men letur bara standa til - sjálvt um tøknin er tøk.

Vanligur góður matfiskur á firðunum sum seiður o.a. er ikki meira mannføði, tí hann nolgast upp at alibrúkum og meskar sær í alifóðuri. Skeljadjór og plankton er fyri ágangi, og vil ein áhaldandi aling á verandi støði, eisini hava neiligt árin á ungfisk.

Ikki kann sigast at alivirksemið ikki hevur dálking við sær, ið kann metast uttan týdning, og kann landsstýrið tá, smb. §34 í Umhvørvislógini, geva boð um, at bøtandi atgerðir verða framdar.

Tað sæst greitt allar staðir har aling fer fram, at dalkingin ikki kann tálmast, men at hon støðugt versnar og at vinnan hevur álvarsamar trupulleikar at basa lús og sjúkum.

At landsstýrið letur standa til og góðtekur grova dálking á allar firðir og sund, er á ongan hátt sambarligt við ásetingar og aðaltáttin í Umhvørvislógini.

Sigast kann at umsitingin av Umhvørvislógini og góðkenningar til serliga dálkandi virkir, eru rættuliga kreativar - fyri ikki at siga burturur vón og viti - at eitt virki í Sørvági, ið hevur fingið góðkenning skal kunna flytast til Sandavág ella Miðvág og uttan at nøkur umhvørvisgóðkenning verður neyðug. Eitt byggiloyvið er t.d. ikki galdandi fyri eina heila oyggj, men fyri tað stað har bygging er ætlað at verða framd. Og á sama hátt kann ein uppfylling til eitt ávíst havnarøki, ið krevur at økið er lagt út í byggisamtykt, ella serstakari byggisamtykt fyri ávísa øki, ikki fremjast eitt heilt annað stað á sama firði.

Spyrjast kann t.d. hví aliøkið við Selatrað A-80 (C13) skal hava umhvørvisgóðkenning tá rættuliga stutt er suður til Nes, Tangafjørð og Kollafjørð har aliøkini A-05, A-81 og A85 eru, ið eisini skulu hava sína serstøku umhvørvisgóðkenning. Her er immervekk talan um aliøkir tætt hvørt við annað, meðan Sørvágsfjørður ikki hevur minsta nátúrliga samband við opið hav norður úr Vágoy.

At nátturuvirðir og virðing fyri óspiltum umhvørvi hevur lága raðfesting, sæst betur enn nakrantíð. Nátturufriðingarlógin liggur enn og savnar dust, og hevur tey 45 árini hon hevur verið virkin bert megna tvær friðingar. Onnur Mølheyggjarnar á Sandi - har alivirksemið er góðkent út fyri friðaða øki, og Fjallavatn har aling er ætlað í Víkum og úr fyri friðað øki.

Nátúrufriðingarlógin er brúkt sum fótatraðk og at heimilað grovan ágang á føroyska náttúru. Ramsarøki eru løgd út tó at tað sýnist meira populistisk enn at nakað verunligt liggur aftanfyri. Og sjálvandi eru Føroyar einasta land í norðurlendskum høpi, har myndugleikar ikki megna at skipa eina tjóðarlund. Tað sigur rættuliga nógv um hvussu aftarliga føroyingar eru í vernd av náttúru og umhvørvið.

Tá slík kæra skal ummælast og viðmerkjast av sama stovninum, Umhvørvisstovuni, sum gongur ørindir fyri alivinnuna, kann sjálvandi ikki roknast við at ein óvildug viðgerð verður framd, og verður sjálvandi tikið til eftirtektar at kæran verður avvíst - tó at tað verður mett uppá sítt pláss at ein slík verður send til Heilsu- og Innlendismálaráðið.

Viðheft kortyvirlit frá kortal.fo, ið einki samsvar hevur við yvirlit frá Umhvørvisstovuni til góðkendar alistøðir á sjónum.

Við heilsan

Kári Thomsen ark.MAA Sigmundargøta 10 FO100 Tórshavn