Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Alilaksur settur í samband við krabbaelvandi eiturevni

2014-02-10 05:48

Sambært Food Standars Agency í Onglandi er alilaksur so fullur av kemiskum og eitrandi evnum, at hann í mesta lagið má etast tríggjar ferðir um árið. Nøgdir við 14 ymiskum eitrandi evnum vóru sjónliga hægri bæði í europeiskum og amerikanskt aldum laksi í mun til villan laks.

Fýra at mest vandamiklu eiturevnunum -PCB´ir, dioxin, dieldrin og toxaphene – vóru brúkt til at meta um markvirði fyri heilsutrygdina. Granskarnir komu eftir at ein máltíð á umleið 227gram av óviðgjørdum laksi varð mest tilráðiliga nøgd pr. mánaða.

Nevnt verður í tíðindaskrivinum í Daily Mail í dag 9.februar, at mest dálkaði alilaksurin er úr Scotlandi og Føroyum, og tilráðingin her er, at fólk ikki mugu eta meira enn 3 máltíðir um árið.

Til samanberingar verður eisini nevnt at villur laksur, ið eisini hevur í sær umhvørviseitur, harafturímóti kann etast 8 ferðir um mánaðan.

Sostatt kan væl sigast, at føroyskur alilaksur man vera líka so heilsuskaðiligur at eta sum grind og spik, ella enntá verri.


http://www.dailymail.co.uk/news/article-205540/Farm-salmon-linked-cancer-chemicals.html


Kári Thomsen