Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Alilaksur er ikki sjógæti

Gott at fólk eta nógvan fisk úr sjónum, ið er heilsugóður matur í allar mátar. Men einstakt vandamál er við eldri fiski, har umhvørviseitur hopast upp, og gevst víðari til okkum sum eta fiskin - og enntá víðari til ófødda barnið, ið kann fáa álvarsom heilsuárin. Serstakt er talan um gamlan kalva, búrfisk og t.d. gamlan kongafisk.

Okkara vanligi matvørufiskur sum toskur, hýsa, seiður, sild og makrelur og annar pelagiskur fiskur hevur øll tey heilsugóðu evni vit skulu hava m.a. Omega 3 fitisýrur afturat nógvum proteinum. Ein fiskur skarðar framúr, og tað er seiður - serstakliga livurin frá seiði, ið inniheldur tvær ferðir so nógva Omega 3 fitisýru sum t.d. toskur. Og pelagisku fiskasløgini hava eisini nógva góða fitisýru - bæði Omega 3 og Omega 6, ið eru javnt býtt í nøgd.

Men ein fiskur dettur heilt niðurímillum, og er tað alilaksurin. Her er ikki talan um vistfrøðiliga vøru - sum fiskur og onnur súðdjór úr høvunum - men um eina ídnaðarvøru framleidda í opnum nótum á okkara firðum og sundum. Alilaksurin verður fóðraður við helvt um helvt við pelagiskum fiski t.d. svartkjafti, og so plantuolju fra ílegubroyttum og illa eiturfongdum soya, raps og hveiti. Soya inniheldur ikki heilsugóðar fitisýrur, meðan raps harafturímóti hevur nakað av Omega 3 fitisýru. Omega 6 er mestan í soyaolju og verður alilaksurin tí at fáa eina skeiva fordeiling millum hesar báar fitisýrur, ið helst skulu verða javnt 1:1, 1:2 ella hægst 1:4. Við alilaksinum er fordeilingin millum Omega 3 og 6 fitisýrurnar 1:25. Og just tað gevur vandan at støðugur bruni kann íkoma í maga og gøgnum, ið aftur hevur óheppnar avleiðingar fyri alt likamið. Serstaktr inniheldur soya hormonlíkandi evni, ið minnir heilt nógv um Østrogen. Men tað er eitt heilt serstakt mál.

Alifiskurin er gráður sum seiður, og skal, fyri at fáa nakran at eta slíkt, litast ljóst reyður, so hann minnir um vanligan villan laks. Litevnið er astaxanthin, eitt petrokemisk evni, ið vísir seg at hava skaðilig árin á eygu og sjónina. Fóðuri tránar um ikki konserveringsevni verður brúkt, næst at alilaksafóður ikki er loyvt at flyta við skipi uttan at hetta evnið er tilsett. Orsøkin er at fóðuri er eksplosivt og kann tendra. Konserveringsevnið er Etoxyquin, ið ikki er loyvt at seta til matvørur, tí tað er sera heilsuskaðiligt. Men alifiskurin er ikki matvøra fyrr enn hann er slaktaður - so undarligt tað enn kann tykjast. Europeiska matvørueftirlitið EFSA hevur mælt ES-kommissiónini til at seta forboð móti at nýta Etoxyquin, vegna álvarsamar heilsuvandar. Og ES hevur gjørt tilmælið at evnið ikki verður loyvt eftir 1.januar 2021. IMO hevur ásett at fóður ikki kann flytast uttan at Etoxyquin er í fóðurinum, so her fær alivinnan innan stutta tíð ein álvarsaman flutningstrupulleika.

Onnur vandamikil evni í alifóðurinum stava frá oljuni frá pelagiska fiskinum. Hesi eru mestan PCB, ið nøgdum 20 til 40 ferðir størri enn í øðrum vanligum vørum sum høsnaregg, toski, oksakjøti o.t. Næst eru stórar nøgdir av Dioxin, Cadmium og hormonlíknandi evnum o.ø. Og aftur onnur evni stava frá lúsabasingarevnum, ið metabolisera í alilaksinum m.a. Diflubenzuron, ið broytist til m.a. PCA - Pentachloranilin, ið verður mett krabbaelvandi.

Læknar og serfrøðingar, ið ikki eru heftir til vinnulig áhugamál, hava í áravís ávarað móti at eta alilaks. Heilsuárin eru hjarta- og aðrasjúkur vegna skeivt samansettar fitisýrur, og Diabetes 2 og aðrar lívshóttandi sjúkur. Serstakt hava granskarar ávarað móti konserveringsevninum Etoxyquin, ið hevur serstakan eginleika at treingja gjøgnum kyknuveggir og broyta kromosomir og ílegueginleikar. Ítøkilig skaðaárin og orsøkir eru sera trupul at staðfesta tí fólk í dag fáa hópin av tilsettum kemiskum evnum í ídnaðarframleiddar vørur - við einari koktailblanding av alskyns slag - m.a. pesticidum frá grønmeti og frukt, lit- og konserveringsevnum, smakk- og konsistensevnum, afturat hormonlíknandi evnum sum t.d. BPA (Bisphenol A) frá innpakkningi.

Tað stutta av tí langa - sjógæti er kanska fyri vaksin sum vanligt góðgæti fyri børn. Men alilaksur er ikki ein vanligur vistfrøðiligur fiskur, men ein sera heilsuskaðilig ídnaðarframleidd vøra, ið nakrir granskarar við góðum grundum hava skýrt politikkarnar fyri at spæla við heilsuna hjá landsins íbúgvum.

Tað snýrr seg opinbart ikki um at útvega heilsugóða matvøru til landsins íbúgvar, men meira um at framleiða pening til ráar føroyskar og serstakt útlendskar spekulantar.

Alt gott um smávirki og fiskivinnu, ið gera sítt ýtarsta at veita okkum heilsugóðan fisk úr sjónum, men alilaksur hevur so púrt einki við nakað sjó-gæti at gera.

Vilt tú tær sjálvum og tínum børnum tað besta - og føroyskari náttúru og umhvørvið - gevst so heilt at keypa og eta alilaks, men halt teg til vanligan fisk úr sjónum.

Kári Thomsen