Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

ALFABETIÐ II

2013-12-02 20:17

Fyrst eina tøkk til tykkum trý, sum so dámliga viðmerktu mítt lesarabræv ”Ein løgin lestur” í Vágaportalinum. Fløvandi er tað at merkja forstáilsi og vælvild.

Í løgtingslóg um málráð nr. 59 frá 15. mai 2012 er undir § 7 tilskilað, at Málráðið ritstjórnar og greiðir til útgávu eina føroyska stavsetingarbók, sum skal lóggildast av landsstýrismanninum.

Hetta má skiljast soleiðis, at tað verður Føroya løgting, sum lóggevur, og løgmaður ella landsstýrislimur við skúlamálum sum lóggildar við kunngerð.

Tað kann ikki bera til, at klandursmál, sum í tí óendaliga – sum eitt nú 100-ára kríggið í miðøldini – hevur órógvað ta føroysku sálina, verður avgreitt sum annað smáputl við einari kunngerð frá einum landsstýrislimi uttan um løgtingið.

Hetta, kanska heimsins drúgvasta stríð um rættskriving, er nú aftur av álvara farið at leika í sum eitt gamalt, turkað gosfjall.

Eftir øllum eru tað fleiri við góðari skúlaútbúgving og góðari útkomu, ið tykjast ikki vilja loysa tann gordiska knútin.

Hvussu livandi ella hvussu deytt er okkara mál í skrift og talu? Og hvussu er tann generella støðan í okkara skúlum?

Tað er einki loyndarmál, at vit ikki duga at búka vanlig orð, sum hvørt barn dugir at brúka í okkara grannalondum. Tak nú okkara almenna ÚF/SVF, har stendur ikki væl til. Úttala og trýst, sum gera fremmandorð livandi, verða skeivt búkt – um tey verða brúkt. Tey lesa og siga( og skriva) landanøvn og staðarnøvn ”á føroyskum”. Eitt nú Ukraina og Chile. Í meira enn 100 ár hava vit sagt, at okkara fótbóltslið hava góðar ella vánaligar málmenn. Í Sortudíkinum eru teir farnir í søguna (ella díkið). Nú hava vit málverjar í staðin fyri. Á einum fótbóltsliði eru ellivu leikarar, og tað kemur fyri, at allir verja málið. Og offside hava tey eisini lúkað í teimum ensku orðunum, ið mynda sálina í fótbólti. Í longri tí hava teir verið í rangstøðu á vøllinum.

Ein av okkara royndu skiparum hjá Mærsk segði ein dagin, at teir høvdu eitt problem á brúnni, tí okkara ungu navigatørar (er ikki í tí føroysku orðabókini) dugdu ikki at brúka vanlig orð í navigatións (er ikki í tí føroysku orðabókini) heiminum. Í orðabókini lesa vit annars, at við siglingarfrøði kunnu vit finna knattstøðu og leið hjá skipi (da. navigation).

Men hvat skal tað vera, Føroya Sjómansskúli og Maskinskúlin eru jú farnir í søguna.

Við fjákutari, puerilari nationalismu í skrift og í talu er okkara lítla samfelag málsliga sjúkt. Okkara mál er niðurbundið, gjørt heimføðisligt, so mergjað tað annars er.

Og nú stendur ABC-ið fyri tørn.

Tað verður sagt, at Janus Djurhuus, okkara meginskald og umsetari, prógvaði, at føroyskt er eitt ”kulturmál, og ikki ein barbarisk fjalladialekt.”

Ikki fyrr enn Hanus Kamban (Andreassen) i 1994-1997 skrivaði og gav út stóra bókaverkið J. H. O. Djurhuus Ein bókmentalig ævisøga vóru vit sannførd um, tí nú áttu vit aftur ein rithøvund av formati, ein, ið ikki smæðist undir liðini á Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen.

Í hesum døgum kunnu vit lesa í donskum bløðum um Hanus Kamban, sum hevur dvølt á einum gomlum kloystri í Suðuritalia saman við líkafólki. Eins og Janus í kloystrinum Averbode fyri fýrs árum síðani. Ein professari, dr. phil. í enskum máli, sum eisini dvaldi á kloystrinum, skrivar, ”For mig ser det ud, som om Færøerne nu har fået en vigtig ny forfatter (….) Jeg håber, at Kambans bøger ligesom Isaac B. Singers, der blev skrevet på jiddisch, også når bredt ud. Det fortjener de.”

A. C. Evensen, prestur/próstur (1824-1917), skrivaði fleiri bøkur til skúlabrúks. Hann varð studentur úr Sorø í 1894, tá ”leikaði stríðið hart í um rættskrivingarspurningin.” Sjálvur fór hann í part við Hammershaimb.

Hvat halda Hanus Kamban og Jógvan Isaksen og Rolf Guttesen og onnur góð fólk um rættskrivingarstríðið anno 2013? Hvat siga Rithøvundafelagið, Føroya Lærarafelag, Læknafelagið, Sjúkrasystrafelagið,( umdoypt til Sjúkrarøktarfrøðingarfelagið), Tannlæknafelagið, Magistarafelagið, Musikkskúlin? Ja, hvat siga tey mongu, sum brúka okkara skriftmál dag út og dag inn. Vilja øll hesi, um neyðugt, í felag skriva undir eina álvarsliga áheitan til landsstýrismannin við mentamálum um at steðga amputeringini av okkara skriftmáli?

Ella: Eru vit endað í einari mentalari blindgøtu, og hvussu sleppa vit úr henni?

Tá ið heimsbardagin endaði í 1945 vórðu allar tær nationalistisku skúlabøkurnar bannaðar í Týsklandi, og nýggjar bøkur komu í teirra stað. Tað sama hendi í Russlandi, tá ið kommunisman har fór í søguna.

Mær er fortalt, at í okkara barnaskúlum læra børnini tað amputeraða alfabetið! Altso ikki tað skriftmálið, sum V. U. Hammershaimb gav okkum.

Um hetta er satt, so slepst ikki undan at spyrja, um sjálvtekt og indoktrinering fara fram í okkara fólkaskúlum?

Uttan mun til svarið uggi eg meg við, at míni børn eru floygd. Tað er meira enn negativt, tí lítil er barnsins uggi.

Moralur:

Vælferð – jarðarferð – hamferð.

Eitt annað kulturkuriosum:

2. juni 1919 flaggaði okkara flag, Merkið, á fyrsta sinni í Føroyum, tá ið ein av arkitektunum til flaggið, stud. jur. Jens Oliver Lisberg, vant flaggið á stong í Famjin. Hetta flaggið hongur enn inni í Famjins kirkju. Nógvir føroyingar og óivað eisini fremmand ferðafólk hava verið í Famjin fyri at síggja tað søguliga flaggið.

Árið eftir, 1920, yrkti Hans Andr. Djurhuus, flaggsangin Sjá tú blánar, og sama árið varð Ungmannafelagið Merkið stovnað.

Við deyða Jens Oliver Lisbergs 31. august 1920 yrkti Janus Djurhuus:

Fróur á morgni um fløtur tú leikti sum fljótasti folin;

sóttsligin steðgaði leik og feigdini fagnaði tolin:

barst móti Beinisvørð bros, tá tú Karoni flýddi obolin,

– leikbrøður vátta sín harm, hendan varða veittu teir vini;

hvíl her í heimlands mold í mildum sólseturs skini.

Orðini eftir Louis Zachariasen komu at standa á steininum:

Ungur fórst tú felagsbróðir,

tú vart drongur aðalgóður.

Í 1923 varð Merkið á fyrsta sinni vundið á stong umborð á føroyskari slupp.

Hví gjørdist 2. juni ikki okkara flaggdagur? Tað átti at verið so sjálvsagt, um vit ikki framhaldandi vilja lata flaggsøguna flagsa í leysari luft.

Enn er Ikki ov seint at fáa hetta rættað. Landsstýrið kann bara broyta kunngerðina nr. 73 frá 26.06.1987: Reglugerð um flagging frá landsins bygningum. Mær vitandi krevur hetta ikki broyting í løgtingslógini frá 17. juli 1959 um okkara flagg. Hendan lógin kom 40 ár eftir, at føroyingar so líðandi fóru at flagga við føroyskum flaggi. So langt eg kann minnist (eini 83 ár), flaggaði abbi við føroyskum flaggi á Skansagarði, tó ikki tá ið kongur fylti. Tá varð flaggað við donskum flaggi.

Heri Mohr