Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aldur, sum oftast bert eitt tal ...

2019-08-29 06:37

Hugtakið aldur er í dag als ikki tað sama, sum fyri fáum áratíggjum síðan, og verður ofta skemtandi sagt: “Aldur er bara eitt tal”. Rættuliga nógv fólk, ið eru vorðin eldri, og í seinni helvt av 60’unum og heilt upp til 80 ár, eru framvegis frískir og virknir borgarar. Tey eru tey ”nýggju gomlu” har tann kronologiski aldurin er mikið hægri, enn tann fysiski aldurin.

Kendi fólkatalsfrøðingurin, ella demografurin og granskarin James W. Vaupel, sum í løtuni starvast á Sydansk Universitet, vísur á at hesin aldursbólkurin er vaksandi í øllum Evropa, og at tíðin er komin at endurskoða, og gera fráfaringaraldurin á arbeiðsmarknaðinum meira smidligan. Vaupel vísir á, um arbeiðsmarknaðurin gav møguleikan fyri, at eldri t.d. 70 +, sum vilja, hava førleikan og orkuna, arbeiddu 15- 25 tímar um vikuna, vóru nógv fleiri í hesum aldursbólki tøk, í bæði privatu vinnuni, og innan almenna geiran.

Hetta hevði ført við sær:

  • Eldri og birgi borgarin uppiheldur sær sjálvum fíggjarliga, í longri tíð
  • Fólk hava tað betur sosialt, kropsliga og sálarliga, og verða minni sjúk
  • Tey eldru við drúgvum lívs- og arbeiðsroyndum, kunnu stuðla undir yngra ættarliðið og samfelagið, sum heild.

Sum nú er skal ein úr starvið í almenna geiranum, tá ið viðkomandi er 70 ár. Eg vil arbeiða fyri at hesin fráfaringaraldur verður endurskoðaður.

Súsanna Olsen, Framsókn.