Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Akademisk feminisma við atliti til javnstøðu

2022-01-08 18:15

Kvinnustríðið hevur snúð seg um, at kvinnur skulu starvast á jøvnum føti við menn, og vit kunnu hóskandi spyrja, í hvønn mun hetta hevur eydnast.

Kvinnur hava onnur virði, aðrar tilgongdir, annan hugsunarhátt og annað arbeiðslag, enn menn, og vit kunnu spyrja, um vit sluppu framat við tí viðførinum.

Arbeiðs- og útbúgvingarverðin er løgd til rættis av monnum, og tí fóru vit upp í eitt ólíka spæl, har spælireglurnar vóru til fyrimuns fyri annan partin, og í eina arbeiðsverð, sum vit ikki sjálvar hava havt ávirkan á.

Og jú, vit settu viðførið á trappusteinin.

Ungar gentur siga seg fara at sakna fyrimyndir.

Hvørjar fyrimyndir?

Hægra útbúgvingin brynjar kvinnuna til stólin, sum maðurin hevur designað. Eisini á vælferðarøkjunum, eitt nú, á sjúkrahúsi og dagstovnaøki.

Í øllum føri, vit síggja ikki broytingarnar til tað betra og vit síggja ikki nóg góð viðurskifti hjá kvinnuni, sum javnstøðu á líka føti ella starvsumstøður, sum vit ynskja tær, - eisini saman við børnum og húski.

Og hóast kvinnur eru virknar á øllum bygnaðarløgum, sum stjórar og leiðarar, so er púra kvirt;

vit sluppu framat sum vanlig starvsfólk ella ‘akademisk feminisma’, í tann mun vit líktust monnunum mest.

Tí vassa vit í siroppi, og tí koma vit ikki víðari.

Vit mugu koma burtur frá útbúgving sum fremsta parametur, og hava fleiri kvinnur við eldsálum, vilja, integriteti og persónligari tyngd, at fremja javnstøðu.

Hesar verða mangan útihýstar, - nú, bæði av kvinnum og monnum.

Latið okkum varpa ljós á hesa tvístøðu, gev okkum vísdom til at síggja munin og at rúma fjølbroytni hjá kvinnum.

Bergun Kass