Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áhugvert og avdúkandi stjórasvar frá Bústøðum

Fríggjadagin hevði eg eina stutta viðmerking til aktuella kjakið um bústaðarneyðina í Føroyum, har boðskapur mín var, at almenna Bústaðir ger bústaðarneyðina verri við at skeikla marknaðin fyri leiguíbúðir. Kelda mín til, hvussu Bústaðir hugsar og drívir sítt virksemi, var teirra egna ársfrágreiðing, har stjórin beinleiðis avdúkar teirra dagsskrá.

Í dag hevur hesin sami stjóri, Andrass Róin so eitt bæði áhugavert og ikki sørt avdúkandi svar upp á mína viðmerking. Hann afturvísir í veruleikanum ikki mítt páhald, tvørturímóti gjøgnumgongur hann tríggjar grundgevingar fyri páhaldinum og váttar tær allar:

(1) Bústaðir fær sertreytir frá kommunum í keyp av lendi, men heldur Róin "at privatar verkætlanir kunnu fáa somu treytir, sum Bústaðir hevur kempað seg til". Gaman í, og tað vildi verið eitt avgjørt framstig, um allar kommunurnar bjóðaðu privatum somu treytir - tað er bara ikki so.

(2) Bústaðir forrentar ikki tey fyrstu 30% av kapitalinum fyrstu árini, váttar stjórin, men vísir hann síðani til, at sjálvt pensjónsfeløg hava líknandi skipanir í grannalondum okkara bara við øðrum prosentum - júst hetta síðsta er nokk so avgerðandi. Í míni tíð á Lív var eg og vitjaði stóru donsku pensjónsfeløgini og fekk neyvt innlit í júst hetta, og nei, har er onki av feløgunum, sum ikki fer eftir eini marknaðarforrenting av øllum kapitalinum í mun til váðan.

(3) Bústaðir tekur ikki eina marknaðarleigu fyri íbúðir teirra, men í staðin brúka tey kostprísin til útrokning av leiguni. Hetta er enn ein staðfesting av páhaldi mínum um, at Bústaðir skeikla marknaðin og minkar privata initiativið.

Síðani endar Andrass Róin greinina - har hann hevur váttað mítt páhald fleiri ferð - við at kalla meg frekan og pínligan. Takk fyri kaffið! Sum fakpersónur havi eg als onki ímóti at blíva skýrdur bæði frekur og pínligur, um viðkomandi hevði bara tað minsta sindri av grundgevingum fyri slíkum. Tað hevur hesin tó ikki - yvirhøvur ikki.

Men eg takki allíkavæl fyri skjótt aftursvar, tí nú eru politisku myndugleikarnir noyddir at viðgera leiklutin hjá Bústaðir við støði í teirra egnu avdúking av teirra sjálvsfatan. Bústaðir kundi fingið eina bundna uppgávu við at skaffa leigubústaðir til fólk við serligum tørvi, ella til aðrar leigarar, sum á annan hátt ikki kunnu fáa sín tørv nøktaðan á vanliga marknaðinum - so høvdu tey ikki skeikla marknaðin. Men soleiðis er ikki. Bústaðir kappast við privatu initiativini, og við teimum trimum grundgevingunum, sum stjórin í síni grein sjálvur vísir á, so er hetta ein púra ójøvn kapping og harvið í stríð við eigarapolitikk landsins.

Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur