Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan til leiðsluna á LS

 

Í fjør heitti eg á Anniku Olsen, um at seta ein fyrispurning til Sirið Stenberg um, LS hevði ætlanir  at uppsiga samstarvið við bróstaskurðlæknan Kristján Skúla Ásgeirsson, og svarið frá Sirið Stenberg var, at samstarvið við Kristján Skúla Ásgeirsson fór at halda fram.

Nú hoyrist  millum manna, at LS hevur uppsagt samstarvið við Kristján Skúla Ásgeirsson, sum nú í 8 ár hevur tikið sær so fyrimyndarliga væl av føroyskum krabbameinssjúklingum.

Sum fyrrverandi sjúklingur standi eg spyrjandi og ørkymlað, Hví verður tað ikki hugsað um okkum sjúklingar? Hví skal tað ikki unnast okkum ta allarbestu viðgerð? Tað er ein skelkur at fáa staðfest krabbamein og tískil skuldi stjórnin á LS unt okkum allarbestu serfrøðina. Hvat er grundin til hesa ørvitisavgerð. Eitt argument er, at krabbamein ikki skal viðgerðast á eini privatklinikk, sum Bróstamiðstøðin í Reykjavík er. Tað er tað reina humbukk og ein undanførsla. Tað vóru sera góðar umstøður fyri sjúklingin á klinikkini, ið vóru beinleiðis heilsufremjandi. Eg vil at allar mínar medsystrar fáa somu góðu viðgerð, ið eg havi fingið.

 Vit hava verið so heppin, at havt ein tann besta serfrøðingin á økinum og hann standa vit til at missa. Tað góðtaka vit ikki og vilja hava LS at lurta eftir sjúklingunum!!

Hvør annar lækni gevur einum sjúklingi sítt tlfnr? Sjúklingurin er altíð vælkomin at ringja alt samdøgrið til læknan, um tørvur er til tess. Ímyndi tykkum, hvussu trygt tað kennist, at læknin altíð er til at fáa fatur á. Tað kann ikki forklárast við orðum. Vit hava ein lækna á so høgum fakligum støði,  ið samstundis er so menniskjansligur, nærlagdur og fantastiska fittur.Tú ert ikki bert ein diagnosa, tá tú situr yvirav honum. Hann sær teg sum eitt heilt menniskja og tekur atlit til nettupp tín. Hann leggur líka stóra orku í sálarliga partin, at sjúklingurin kemur heilskapaður ígjøgnum sjúkugongdina. Eitt annað ið kann leggjast aftrat er, at læknin eisini er plastskurðlækni og tað merkir, at sjúklingurin sleppur undan eyka skurðviðgerðum, fyri at rætta uppá tað kosmetiska.

Eg fari at heita á tykkum, at lurta eftir sjúklingunum, tí tað eru teir, ið standa sum størstu tapararnir ið hesum málið, um tit uppsiga bestu serfrøðina innan bróstkrabbamein.


Tórshavn 30.11.2017

Mary Antonsdóttir