Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan til landsstýrismannin í samferðslumálum

Áheitan til landsstýrismannin: lat vit og skil ráða

Tað hevur leingi verið tosað um avbjóðingarnar við øktu ferðsluni, nú Eysturoyatunnilin skjótt gerst veruleiki, men higartil hava yvirskriftirnar einamest snúð seg um innkomuvegir við tunnilsmunnarnar. Men tíðin og umstøðurnar krevja eisini, at atlit verða tikin til meirferðsluna, sum Eysturoyartunnilin fer at skapa í Eysturoynni.

Í Landsverki eiga vit í Føroyum ein almennan stovn, sum við 70 ára royndum hevur nomið sær stórt innlit, serfrøði og framskygni innan føroyska vegakervið, og tí eiga tilráðingar teirra sjálvandi at vera vegleiðandi fyri, hvussu vit byggja land.

Tá ið Eysturoyartunnilin varð settur í gerð, gjørdist serfrøðini á Landsverki beinavegin greitt, at tunnilin fer at skapa stóra meirferðslu við innkomuvegin í Suðurstreymi og í Eysturoynni. Við hesum í huga legði stovnurin tí ætlanir fyri, hvussu avbjóðingarnar av hesi meirferðslu kunnu loysast á frægasta hátt, og tilráðingin er púra greið: ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn er besta og tryggasta loysn.

Tí er Gøtudalstunnil rætta loysnin

Framrokningarnar hjá Landsverki vísa eina meirferðslu á umleið 2400 akfør um samdøgrið. Ferðslutrýstið er frammanundan stórt á eystara armi á Skálafjørðinum og roknað verður við umleið 1000 fleiri akførum hvønn dag á hesum strekkinum, um ikki avleiddar verkætlanir verða framdar.

Roknast má við, at flestu av hesum akførunum koma úr Norðoyggjum, Fuglafirði, Leirvík og Gøtu,og við einum tunnli úr Gøtudali til Skálabotn og síðan umfarsvegi til tunnilsmunnan á Strondum, kunnu teir knapt 10.000 íbúgvarnir í hesum økjum koyra úr Gøtudali til Havnar uttanum bygd øki og brattar brekkur.

Við verandi vegakervi er hetta sama strekkið merkt av ótryggleika, bæði tí landsvegurin við Gøtugjógv gongur gjøgnum bygt øki, har nógv børn og ung ganga í skúla og dagstovni hvønn dag, og harafturat fevnir strekkið eisini um vegin um Gøtueið, sum er brattur og ikki vandaleysur í hálku og tíðum orsakað av stóra ferðslutrýstinum, sum longu er í økinum.

Tí hendan inniliga áheitan til landsstýrismannin í samferðslumálum: lat tilráðingina frá serfrøðini vera vegleiðandi fyri, hvussu vit byggja okkara land. Tað er vegurin til eitt trygt og tíðarhóskandi samferðslukervi.

Eysturkommuna

Jóhan Christiansen, borgarstjóri

***

Hetta skrivar Landsverk um Gøtudalstunnilin:

http://www.landsverk.fo/fo-fo/goetudalstunnil-og-innkomuvegur-ney%C3%B0ugir-vi%C3%B0-oektu-fer%C3%B0sluni?fbclid=IwAR1_lMrhU_MozI0Jl-8HC1XSGO5o5XUrIRiI9-75R7R3QT0LoO6GzLoXFdY