Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan til Fíggjarmálaráðið

 

Heilsuhjálparafelag Føroya stuðlar Føroysku Sjúkrarøktarfrøðingunum í teirra lønarkrøvum og fara vit staðiliga at heita á Fíggjarmálaráðið, at fara aftur til samráðingarborðið og fáa rættar samráðingar í lag.

Tíðin er búgvin til at rætta skeivleikarnir í lønarlagnum og skapa virðiligar karmar og uppraðfesta tey bleytu virðini og heitu hendurnar í samfelagnum. Tey sokallaðu kvinnustørvini  eru týdningarmikil størv og eiga tey at verða lønt hareftir. Nú fleiri milliónir eru í yvirskoti á fíggjarlógini, er eingin umbering, ikki at fáa lønarviðurskiftini í rætt lag.

Heilsuhjálparafelag Føroya átalar, at avtalurnar hjá Fíggjarmálaráðnum við Starvsmannafelagið, skal verða lønarkarmur fyri aðrar lønarbólkar.

Heilsuhjálparafelag Føroya heitir samstundis á sínar limir, ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Vegna Heilsuhjálparafelag Føroya

Mary Antonsdóttir, forkvinna.