Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan á løgtingið í samband við løgtingsmál 135/2019

2020-04-06 15:47

Nú løgtingið viðger ”Hjálparpakka 2” heita Føroysk Miðlafólk staðiliga á tinglimir um at minnast og tryggja opinleikan og gjøgnumskygni í hesi bráðfeingis stuðulsskipan.

Her verður serliga hugsað um løgtingsmál 135/2019, har fyritøkur og vinnurekandi kunnu søkja landskassan um almennan stuðul til at rinda fastar útreiðslur, ið inntøkur ikki eru til vegna Covid-19 smittuvandan.

Tá løgtingið í hesi undantaksstøðu velur at veita almenna kreppuhjálp, hevur almenningurin eisini rætt til at vita, bæði hvør søkir um og hvør fær hesa kreppuhjálp. Hesin opinleiki vil stuðla undir, at skipanin verður handfarin so rættvíst sum tilber.

Føroysk Miðlafólk heita tí á løgtingið um at seta inn í kreppulógina beinanvegin, at fjølmiðlar og harvið almenningurin sum heild hevur rætt til fult innlit í hesa skipan – bæði umsóknir og allan stuðul, sum landskassin veitir eftir hesi lóggávu.

Her má tryggjast serligt innlit, sum ikki verður avmarkað í lógini um alment innlit, har annars vanliga verður víst á týdningin at verja fíggjarlig áhugamál hjá privatum fyritøkum og vinnurekandi.

Vinarliga
Vegna nevndina í Føroyskum Miðlafólkum
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður