Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan á FMR og HIMR

2019-06-26 09:50

Til Fíggjarmálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið 

Fakfelagssamstarvið vil hervið senda eina áheitan til Fíggjarmálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið um at áleggja Umhvørvisstovuni at halda sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið við at lata ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á stovninum ganga á nýggjum.

Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið ásetur heilt greitt at:

§ 2 Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd o.a. Tá ið avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði.

Stk. 2. Álitisfólkið skal hava skipanarreglur (organisatiónsskipan/starvslýsingar) fyri viðkomandi stovn, eins og álitisfólkini skulu takast við í ráðleggingina, tá ið broytingar verða gjørdar sbrt. stk. 1.

Stk. 3. Á øllum almennum stovnum verður sett ein samstarvsnevnd, har leiðsla, álitisfólk og varaálitisfólk sita, sum skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við stovnin og uppgávur hansara at gera. Leiðslan søkir sær ráð hjá samstarvsnevndini, áðrenn avgerðir verða tiknar.

Harafturat er starvsfólkapolitikkur Landsins eisini heilt greiður á økinum og sigur millum annað:

Tá ið avgerð er tikin um at fremja avgerandi broytingar í umsitingini ella í arbeiðsgongdunum, skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta og endamálið við tí. Tó skal tíð vera til at umrøða málið, so sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkunum kunnu verða tikin við í avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin endaliga verður staðfest.

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið bjóðaðu tann 29. mai leiðslum og álitisfólkum á stovnum landsins til temadag um, at álitisfólkini og samstarvsnevndir skulu takast við, tá ið bygnaðarbroytingar verða framdar.

Sæð í ljósinum av hesum, so undrast Fakfelagssamtarvið stórliga, at hetta sáttmálabrotið verður framt 27. maj. Serliga tá ið breið semja var á temadegnum um, at álitisfólk og samstarvsnevndir skulu takast við, tá bygnaðarbroytingar verða framdar.

Fakfelagssamstarvið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Akademikarafelag Føroya
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag