Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Áheitan á Anniku Olsen um eldraøkið í Eysturoynni

2013-09-08 21:56

Eldrasambýli á Strondum og Heimið á Mýrunum: Tíverri má eg ásanna, at handfaringin í Almannaráðnum av eldraøkinum í Eysturoynni hesi seinnu árini langt frá hevur verið nøktandi og at Ráðið í staðin fyri at stimbra og ment røktina á eldraøkinum, hevur lagt fótonglar fyri einari nátúrligari menning innan eldrarøktina, saman við kommununum. Her hugsi eg um ætlanirnar at niðurleggja Heimið á Mýrunum (8 búpláss) og mótviljan til at geva Sjóvar kommunu loyvi til at byggja og veita játtan til rakstur av býlingshúsi/ eldrasambýli á Strondum.

Tørvurin á búplássum innan eldraøki

At Almannaráiðið ikki hevur megna sína uppgávu hesi seinastu árini, er bíðilistin í Eysturoynni týðiligt tekin um, har 100 fólk nú standa á bíðilista, harav 15 fólk hava bráfengis tørv at koma á ellisheim, serliga tá eg hugsi um, at Eysturoyggin, sum áður gekk á odda og kundi veita ein góða tænastu til tey sjúku og eldru á ellis- og røktarheimi og eldrasambýlum, nú hevur ein slíkan bíðilista.

Áheitan á Anniku Olsen

Tí heiti eg hervið alment á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at sleppa øllum ætlanum um at niðurleggja Heimið á Múrunum og at játta Sjóvar kommunu, bæði at byggja og at játta pengar til raksturin av eldrasambýli á Strondum. Hesi bæði tingini eru alneyðug fyri at bøta um vandastøðuna á eldraøkinum í Eysturoynni. Verður hetta ikki gjørt, so er vandi fyri, at støðan gerst katastrofal, tí verandi støðan er bæði álvarsom og darvandi fyri allar partar í rakstinum á øllum verandi eldrasambýlum og á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.

Mín stuðul

Eg kann veita Anniku Olsen mín stuðul til uppbygging av tænastunum á eldraøkinum, men hinvegin vil eg átala og stríðast móti øllum tiltøkum, sum gera tænasturnar innan eldraøki verri, sum nú inni í Eysturoynni, har støðan er við at gerast sera álvarsom.

Alfred Olsen

Tingmaður fyri Sambandsflokkin