Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Áheitan á Amnesty Føroyadeild og Løgtingsformann Páll á Reynatúgvu: Hjálpið Catalanien!

Vit vóru nógvir føroyingar sum frøddist um demokratisku tilgongdina hjá Catalanien til politiskt frælsi. Líka ræðandi var tað at síggja hvussu spanski jarn nevin knúsaði hetta sundur.

8 catalanskir politiskir leiðarar og 2 aktivistar sita fongslaðir í Madrid. Teir sita undir sera ringum og mannminkandi umstøðum. Rættsakin móti teimum er ikki byrjað enn, men teir kunnu vænta upp í 38 ára fongsul !

Fyrr í ár vitjaði Páll Á Reynatúgvu Catalansku Tingforkvinnuna Carmen Forcadell. Hon hevur verið í Føroyum, er sera vitandi um okkara viðurskiftir og legði upp til samstarv millum Catalanien og Føroyar. Hon segði okkara Løgtingsformanni at hon var sera dapursskygd fyri framtíðina hja Catalanien og rætt fekk hon.

Hon var eisini fongslað, leyslatin móti kautión, men kemur allarhelst undir somu ákærir sum hinir fongslaðu leiðararnir.

Eg heiti á Amnesty Føroyadeild um at taka hetta mál upp beinanvegin og fara undir mótmælir. Spanien er ein av okkara stóru handilspartnarum og Catalanien eitt vælumtókt ferðamál.

Eg heiti á Løgtingsformann okkara um at kanna møgulleikan fyri at bjóða Carmen Forcadell politiskt friðskjól í Føroyum.

EU er tigandi, Danmark er tigandi, okkara Fólkatingsumboð eru tigandi, latið nú Føroya rødd einaferð verða hoyrda á altjóða pallinum, latið okkum verja demokratiið !

Johan Mortensen