Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aftursvar til Tjóðveldi

2020-08-17 11:16
Henda samgongan, borgarliga samgongan, hevur frá fyrsta degi, tikið ábyrgd og handla, soleiðis at okkara arbeiðandi fjøld, bæði tey yngri enn 67 ár og arbeiðandi fólkapenjónistar eru tryggja fíggjarliga, um tey eru rakt av korona ella eru noydd til at fara á sótttarhhald.

Og gjørdi eg eisini løgtinginum púra greitt í gjár, at hesara lógirnar eg hevði borið í Løgtingið, er galdandi frá 1. juli og fram til 31. august. So øll, sum sita í sóttarhald til tá, eru tryggjaði. Vit vita øll, at hetta við corona er ein umskiftilig støða har umstøðurnar broytast allatíðina, Og sjálvandi eri eg til reiðar at koma við nýggjum átøkum eftir 31. august, um tað verður neyðugt. Støðan í tinginum í gjár vísti jú púra greitt, at tað ber til at bera skjótt at, og at Løgtingið stendur saman.

Í hesi støðuni stremba vit øll eftir tí sama málinum, nevniliga, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast minst møguligt og at vit kunnu varðveita eitt sterkt vinnulív.

Sirið Stenberg úr Tjóðveldi vísti í samrøðu við útvarpið á middegi á , at lógaruppskotið, ikki var nóg væl arbeitt ígjøgnum. Her skal sigast, at fleiri av viðurskiftunum, sum Tjóðveldi vísti á, fella uttanfyri hetta lógaruppskotið, t.d. kommunala barnaansing og at starvsfólk vera send heim vegna minkandi virksemi.

Dagstovnaøkið er málsøki hjá landsstýrismanninum í mentamálum og kommunurnar vara av økinum og eigur málið tí at vera tikið upp í tí sambandi.

Um virksemið er minkað og fólk tí vera send heim, so er hetta eitt arbeiðsmarknaðarmál ella spurningur, um hesi skulu hava rætt til útgjald úr ALS. Eg haldi tí at støðan eigur at vera umrødd millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum heldur enn við landsstýriskvinnuna í almannamálum.

Haldi tað er ódámligt, av einum flokkið at leypa ótta á fólk við at siga hvussu ræðuligt hetta landsstýri er. Vit, sum hava tryggjað tey sum eru rakt av covid-19, fyritøkum, arbeiðsfólkum og fólkapenjónistum.

Lat okkum standa saman í hesum tíðum heldur enn at sáa óneyðugan ótta á fólki. Er tað nakað vit hava brúk fyri í hesum døgnum, so er tað styrkin í samanhaldi og støðufesti.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Landsstýriskvinna