Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aftursvar til Rúna Heinesen: Innihaldið í skjølunum er ov álvarsligt

Rúni Heinesen, stýrisformaður í Kringvarpinum legði seg í gjárkvøldið útí kjakið um orrustuna í Kringvarpinum, sum Vikuskiftis Sosialurin varpaði ljós á í seinastu útgávu.

Stýrisformaðurin sigur í skrivinum, at hann heldur ikki talan vera um eina kæru, men heldur um kunning. Sosialurin hevur ongantíð kallað nevndu skjøl fyri ”kærur”. Ein kæra til kringvarpsstýrið viðførir ávísar mannagongdir so sum hoyringar og eina niðurstøðu. Sostatt er ein onnur praktisk mannagongd fyri tað, sum verður bólkað sum ein ”kæra”.

Sosialurin hevur heldur kallað hesi skjøl fyri ”klagur”. At klaga kann sjálvandi merkja ”at kæra”, men sambært Sprotanum er fyrsta tulkingin tað, at bera fram sína misnøgd.

At stýrisformaðurin nú velur at venda hesi skjøl inn á ein spurning um orð kann benda á, at hann ikki tekur innihaldið í skjølunum í nóg stórum álvara.

Tí óansæð hvat heitið á skjølunum er, so er innihaldið ein so harður kritikkur av kringvarpsstjóranum, at tað uttan iva kann kallast ”at klaga” - bera fram sína misnøgd.

Heldur enn at venda blinda eyga til innihaldið í skjølunum átti Rúni Heinesen at umhugsað, at tikið sera tyngjandi skuldsetingarnar í skjølunum í álvara. Somuleiðis er tað undrunarvert, at Rúni Heinesen sær tað sum eina ”kunning”, at spurnartekin verður sett um, um journalistar í Kringvarpinum fáa framleitt kritiskan journalistikk í verandi støðu. Tað mátti verði millum tær mest álvarsomu skuldsetingarnar, sum kunnu koma frá Public Service stovni okkara. Somuleiðis er tað rættiliga álvarsamt í sær sjálvum, at starvsfólk fara forbí stjóran beint til stýrisformannin.

Rúni Heinesen sigur eisini, at tað ikki er rætt, tá eg sigi, at hann hevur fingið høviðat viðmerkja klagur móti kringvarpsstjóranum. Fyrst av øllum má eg siga, at tað var ikki tað eg skrivaði. Eg skrivaði hinvegin, at stýrisformaðurin fekk høvi at viðmerkja støðuna. Rúni Heinesen varð fyrihildin øll punkt í klaguni, sum Sosialurin viðgerð, men hann frávaldi at siga nakað um støðuna, men vísti heldur til Johnny í Grótinum.

Hjálagt eru tvey brot úr nevndu skjølunum (trýst á mynd herundir fyri at gera størri).

Barbara Holm,
blaðstjóri á Sosialinum