Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aftursvar til Nainu Túgvustein, varastjóra á Landssjúkrahúsinum

Varastjórin á Landssjúkrahúsinum, hevði eitt aftursvar til mítt lesarabræv frá 7. februar, og tað fari eg her at gera nakrar viðmerkingar til.

Lagt verður út við at tulka eitt orðið rák, sum verður nevnt í mínum lesarabrævi, sum eina ógvusliga spesialisering, ið fer fram í sjúkrahúsverkinum, og síðani fylgir ein frágreiðing um læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru serfrøðingar av ymsum slag. Hetta fari eg ikki at viðmerkja nærri, annað enn at vísa á, at evnið í mínum lesarabrævi, var vantandi samanhangurin millum útbúgving og starvssetan av heilsurøktarum í heilsuverkinum. Tað rákið, eg umrøddi var heilt einfalt tann sannroynd, at tá ein heilsurøktari - typiskt vegna aldur - fer úr starvi, verður tað ikki søkt eftir heilsurøktara aftur í tað starvið. Sjálvandi er avleiðingin, at eingir heilsurøktarar verða eftir í heilsuverkinum, tá nóg long tíð er fráliðin. 

Í mun til villeiðandi argumentatiónina, eg verði søgd at føra fram, tá eg undrist á skeivleikan í mátanum heilurøktarayrkið er raðfest á útbúgvingarøkinum mótvegis arbeiðslívinum, er at siga, at eg í lesarabrævi mínum ikki bert vísi til Landssjúkrahúsið, men til heilsuverkið, sum heild. Tá Landssjúkrahúsið er tað allarstørsta sjúkrahúsið, er kortini ringt at koma uttan um at nevna júst tað.

Hartil er at siga, at eg eri fullgreið yvir, at arbeiðsmarknaðurin hjá heilsurøktarum er størri enn bara Landssjúkrahúsið ella heilsuverkið, og tað er júst fjølbroytni í arbeiðsmarknaðinum hjá heilsurøktarum eg eri áhugað í at varðveita. Sum nú er, eru heilsurøktarar næstan bara í størvum í eldrarøktini. Ein lítil partur er at finna í Almannaverkinum og tann allarminsti parturin í heilsuverkinum.

At meginparturin av starvsvenjingini hjá heilsurøktarum er í primerøkinum, sum sagt verður í aftursvarinum til mín, er beinleiðis skeivt. Starvsvenjingin er javnt býtt út á tey trý starvsøkini, heilsurøtkaraútbúgvingin í høvuðsheitum er bygt upp um; gerontologi, somatik og psykiatri. Tað sama er galdandi fyri ástøði í hesum trimum. Og tað er júst tí, eg meti tað vera av alstórum týdningi, at fakligu førleikarnir hjá heilsurøktarum koma øllum geirum tilgóðar, eisini sjúkrahúsverkinum.   

Varastjórin sigur tað vera eina gátu fyri seg, at tað er so umráðandi fyri undirritaðu at uppraðfesta enn fleiri størv til heilsurøktarar inni á sjúkrahúsunum, meðan primera økið hevur ilt við at rekrutera útbúgvin røktarstarvsfólk. Tað snýr seg ikki um at uppraðfesta størv, men at varðveita størv, og, í hvussu er ikki at niðurraðfesta heilsurøktarastørv í heilsuverkinum.

At enda verður sagt, at Landssjúkrahúsið lýsir eftir starvsfólkum við teimum førleikum, ið mett verður at brúk er fyri til at tryggja dygdina í tænastuni til borgaran. Og tað fegnist eg sjálvandi um, men veit kortini, at hetta er ikki altíð so, og at bland lættliga kemur í starvsheitini á ymsu fakbólkunum, tá søkt verður eftir starvsfólki og tað er sera óheppið, tí tað heldur skikkaðum fólki aftur. Tað var júst tað, sum hendi, tá ið Anestesideildin herfyri søkti eftir hjálparfólki, og hetta er ikki fyrstu ferð.

Tíbetur verður at enda viðurkent, at tað arbeiða nógvir ymsir fakbólkar á Landssjúkrahúsinum, harímillum eisini heilsurøktarar, sum eru bæði ágrýtnir og dugnaligir, og at allir fakbólkar eru virðismiklir. Og tað er púra beint.