Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aftursvar til Johnny í Grótinum frá Bústøðum

“Bústaðir ger bústaðaneyðina verri”

Hetta er yvirskriftin í grein hjá Johnny í Grótinum (JIG), fyrrverandi formanni í Búskaparráðnum, á m.a. Vágaportalinum her um vikuskiftið. Líknandi boðskapur ljóðar frá Jørgeni Niclasen (JN), løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, í uppskot til samtyktar, har m.a. verður sagt, “Tað almenna er, við Bústøðum, størsta orsøkin, at bústaðir vanta”.

Orsøkin sigst verða, at Bústaðir hevur so nógvar fyrimunir framum tey privatu, at tey privatu ikki kunnu fara í holt við leigubústaðabygging.

Áðrenn hendan “óhugnaliga” støðan verður viðgjørd, skal eg líka tríva í eitt av tí, sum JIG førir fram.

Í Føroyum búgva bert 11% av húskjunum til leigu, meðan hesi tøl í okkara grannalondum eru umleið 20% í Noregi og í Íslandi, og meira enn triðingurin í Danmark og Svøriki. Sambært JIG er prosentparturin í Føroyum óbroyttur frá 1977 – 2011. Bústaðir fekk sínar heimildir at fáa til vega leigubústaðir í 2012, og hevur felagið í dag 262 leigubústaðir. At einki hendi tey 34 árini, sum JIG vísur á, kann altso ikki vera tí at almenna bølmenni, Bústaðir, forðaði fyri privatum áræði.

Forkláringin til hetta er sambært JIG, at tað tá var rentustuðulin til sethús, sum var orsøkin til at ongir leigubústaðir vórðu bygdir.

Hesin trupulleikin er ikki longur. Tað eydnaðist Bústøðum í 2012 at viðvirka til, at bygging av leigubústøðum kundi verða frítikin fyri mvg, og hetta væl at merkja galdandi fyri øll – eisini privatar byggiverkætlanir. Sostatt skuldi verið gaman í, at privatir íleggjarar eisini fóru at byggja íbúðir til útleigan, heldur enn bert at byggja sethús og eigaraíbúðir.

Sambært JIG, og JN, eru orsøkirnar til at Bústaðir í dag forðar fyri, at privata initiativið kann loysa bústaðatørvin, at Bústaðir a) fær bílig grundøki, b) brúkar eitt stovnsfæ á 30%, ið ikki verður forrentað tey fyrstu árini, og c) ikki hevur vinning fyri eyga.

Til a) bílig grundøkir

Land og kommunur hava møguleika fyri at selja grundøkir til Bústaðir uttan um alment útboð, tí talan er um alment gagnligt virksemi. Í onkrum føri, sum t.d. við gamla kommunuskúlanum í Tórshavn, nú Finsen, hevur Tórshavnar kommuna nýtt hendan møguleikan. Úrslitið talar fyri seg. Eitt vakurt dygdar byggjarí, har tey lesandi kunnu gjalda húsaleigurnar og har sum lív og trivnaður kann verða í miðbýnum – hetta takka verið góðum samstarvi millum kommununa og Bústaðir, sum har gjørdi eina “tolna” íløgu á kr. 38 mió.

Í flestu øðrum førum har Bústaðir hevur verkætlanir, er talan um, antin at Bústaðir hevur keypt frá privatum til marknaðarprís, ella frá kommunum til, antin ein fermetraprís ið samráðst hevur verið um, ella fyri fastan kostnað fyri hvørja íbúð. Fermetra prísurin fyri grundøki, hevur tó, sum flest vita, lítlan týdning, tí lendisarbeiði at gera grundøkini byggibúgvin er so kostnaðarmikið.

Um privatar verkætlanir kunnu fáa somu treytir, sum Bústaðir hevur kempað seg til, so kann tað verða gott fyri tey sum ynskja sær ein leigubústað og soleiðis at bráðfeingis tørvurin kann nøktast skjótari.

Til b) stovnsfæ (grundkapital)
Tá ið JIG finst at, at Bústaðir sum alment bústaðafelag, nýtir eitt stovnsfæ, ið ikki verður forrentað tey fyrstu árini, so er hetta galdandi skipan í okkara grannalondum eisini, tó við ymiskum prosentum.

Orsøkin er heilt natúrlig. Dygdaríbúðir, ið verða væl viðlíkahildnar, missa ikki sítt virði aftaná 20 – 30 ár, og fyri at fyrsta ættarliði ikki skal gjalda allan kapitalkostnaðin, og næsta ættarliði einki, so gera bústaðafeløg í okkara grannalondum líknandi skipanir. Hetta eisini har sum privatur kapitalur er við til at fíggja, t.d. pensjónsfeløgini. Aftaná eitt áramál verður fíggingin løgd um, so eisini tey 30% í stovnsfæ verða tikin við.

Til c) Vinningur
Bústaðir nýtir, eins og almenn bústaðafeløg í okkara grannalondum, kostnaðar grundaðar húsaleigur, í andsøgn til marknaðargrundaðar húsaleigur. Hetta merkir, at Bústaðir roknar húsaleigurnar eftir kapitalkostnaðin (70% við 2,75% í rentu yvir 30 ár) umframt umsiting, tryggingar, viðlíkahald og avsetingar. Tað merkir, at sjálvt um Bústaðir, nú stórt trot er, kann leiga út dýrari enn til kostnaðin, so er tað ikki okkara endamál at fáa so nógv í vinningi sum gjørligt. Tað yvirlata vit til tað privata.

Bústaðir verður tó rikið á einum handilsligum grundarlagið, soleiðis at húsaleigurnar eru við til at tryggja framhaldni (kontinuitet) og leggja grundarlagið fyri framhaldandi rakstri og íløgum. Eisini er Bústaðir skattskyldugt og skal gjalda vinningsbýti til landið, tá ið virksemi um fá ár væntast at verða yvirskotsgevandi.

Hvørji eru so ørindini hjá JIG?

Bústaðaneyðin er átrokandi og tørvurin á fleiri bíligum leigubústøðum er sera stórur. Hetta vegna fólkavøkstur, eitt einstáttað bústaðaútboð, demografisk viðurskifti og at ov lítið hevur verið gjørt frá almennari og frá privatari síðu. Bústaðir og Sp/f Mark eru í so máta undantøk.

At Johnny í Grótinum og Jørgen Niclasen lasta Bústøðum fyri at verða orsøkin til, at stórur mangul er á leigubústøðum, er pínligt og ein óhoyrdur frekleiki.

Tað er frekt ímóti teimum fólkunum, sum eru í neyð av støðuni; ímóti teimum 2.500, sum standa á okkara bíðilista; ímóti teim 262 húskjunum sum búgva hjá okkum, og ímóti Bústøðum, byggivinnuni, kommununum og landinum sum heild.

Tað er pínligt at Johnny í Grótinum, tilvitað ynskir av forbrongla veruleikan soleiðis. Sum fyrrverandi formaður í búskaparráðnum, man hann hava lisið okkurt á einum hægri lærustovni, og eigur hann at vita betri. Sum fyrrverandi formaður í búskaparráðnum átti hann eisini at havt eitt minstamát av vitan um, hvussu støðan er í okkara grannalondum, og hvørji tiltøk verða nýtt, tá ið marknaðarkreftirnar ikki røkka á mál.

Eitt hevur JIG nokk skilt. Jú størri neyðin er, og jú størri munur er millum útboð og eftirspurning, jú størri eru møguleikarnir fyri ovurhonds stórum vinningi til privata initiativið.

Uppgávan hjá Bústøðum er bara ein onnur og nógv størri.

Bústaðir 24. September

Andras Róin, stjóri