Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aftursvar til Ivan Niclasen: Kritikkurin um villleiðing sendur skeiva stað

Ivan Niclasen, redaktørur í Kringvarpinum, leggur í kvøld Sosialin undir at villleiða um Kringvarpið í seinastu útgávu av VikuskiftisSosialinum. Men kritikkurin er sendur á skeivu adressu.

Temaið í VikuskiftisSosialinum snýr seg um klagur, sum eru sendar frá tíðindafólki í Kringvarpinum til Kringvarpsstýrið. Millum annað finnast tey at framferðini, tá ið stjórin í Taks var boðsendur at koma í DV kjaki eitt týskvøld í september. Í klaguni stendur, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, var tann, sum gjørdi avtaluna við Eyðun Mørkøre, uttan at tíðindaleiðari, redaktørur ella journalistur, sum hevur viðgjørt málið, vóru vitandi um tað.Tað er hendan hendingin, sum Ivan Niclasen nú leggur Sosialin undir at villleiða um. Tí Ivan Niclasen var redaktørur hetta kvøldið og upplivdi ikki hendingina soleiðis, sum tað stendur í klaguni.

Innanhýsis trupulleiki
Trupulleikin við argumentatiónini hjá Ivani Niclasen er tó, at um so er, at hetta er villleiðandi, so er tað ikki Sosialurin sum villleiðir. Tað, sum vit skriva, er rætt endurgivið úr klagunum, sum eru sendar kringvarpsstýrinum. Temaið er bygt á klagurnar, og so hava stjórin, stýrisformaðurin, tíðindaleiðarin, ein journalistur og eitt álitisfólk fingið høvi at viðmerkja málið.
Um Ivan Niclasen heldur, at pástandir í klagunum eru villleiðandi, so er Sosialurin ikki rætta adressan at senda atfinningarnar. Hinvegin vil tað siga, at Ivan Niclasen heldur, at starvsfelagar hjá honum villleiða um eina hending, sum hann sjálvur var partur av. At Ivan Niclasen hevur eina aðra fatan av støðuni, broytir ikki veruleikan, at klagurnar eru skrivaðar og sendar kringvarpsstýrinum, og tað er hetta, sum Sosialurin viðger.

Og um so er, at Ivan Niclasen heldur, at vit ikki skulu taka klagur í Kringvarpinum í álvara, so er trupulleikin í Kringvarpinum munandi størri enn tann, sum Sosialurin hevur varpað ljós á.

Ivan Niclasen vísir í skrivi í kvøld eisini á, at hann hevði eina avtalu við meg í dag. Eg havi tosað við Ivan Nicalsen, um enn tað bleiv seinni enn ætlað. Eg greiddi honum her frá tí sama - at tað á ongan hátt kann blíva Sosialurin, sum villleiðir.

Barbara Holm,
blaðstjóri á Sosialinum