Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Aftursvar til forkvinnuna í Heilsurøktarafelagnum

“Skilji tann, ið skilja vil”, sigur forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum í lesarabrævi, á lesarin.fo, farnu viku.

Sum evsti ábyrgdari av røktarøkinum á Landssjúkrahúsinum seinastu 9 árini, havi eg ilt við at skilja ábreiðslurnar frá forkvinnuni. At forkvinnan beinleiðis ákærir Landssjúkrahúsið fyri at útrudda ein heilsufakbólk av sjúkrahúsinum er ikki hissini uppáhald.

Hvat tað er fyri eitt rák forkvinnan sipar til, er heldur ikki skilligt fyri mær, uttan so at tað hon hugsar um, er tann ógvusliga spesialiseringin, ið fer fram innan sjúkrahúsverk í øllum heiminum. Hetta spesialiseringsrákið, um ein vil, hevur veruliga tikið dik á seg í londunum rundan um okkum og smittar sjálvsagt eisini av á okkara sjúkrahúsverk. Vit hoyra javnan um, hvussu nógvir serlæknar mangla á teimum ymsu serøkjunum, og hvussu vit (alt Føroya land) fegnast, hvørja ferð ein nýggjur serlækni verður settur í sjúkrahúsverkinum. Rákið við serútbúgving hevur vundið nógv uppá seg seinastu mongu árini og setur uppaftur størri krøv til røktina. Í dag er ein sjúkrarøktarfrøðingur fyrst útbúgvin sum bachelor í sjúkrarøktarfrøði, ið tekur 4 ár. Harnæst hevur bróðurparturin av sjúkrarøktarfrøðingunum eina ser-/víðari- ella eftirútbúgving innan serøkið viðkomandi starvast í, eitt nú anæstesi- intensiv- viðgerðar-, cardiologi-(hjarta), neonatal-(sjúk pinkubørn), sár-, onkologi-(krabbamein), paliatión-, dermatologi-, diabetes-, dialysa-, psykiatriskar útbúgvingar.

Fíggjarligu karmarnir eru avmarkaðir, og er neyðugt við einari skynsamari raðfesting, eisini innan fyri sjúkrarøktina. Gransking vísir, at bæði normering og útbúgvinarstøðið í sjúkrarøktini hava almiklan týdning, í mun til hvussu skjótt sjúklingar koma seg, og í mun til yvirlivilsi hjá innløgdum sjúklingum(J. Needelman). Tørvurin á normering tykist ofta at verða ringur at skapa forstáilsi fyri, og gerst tað tí eisini enn meira umráðandi at tryggja útbúgvingarstigið innan sjúkrarøktina, so tað gerst so dygdargott sum yvirhøvur gjørligt.

Á Landssjúkrahúsinum eru ein hópur av serlæknakonsulentum, sum koma ymsastaðni frá. Konsulentar har onkrir bert koma tað einu ferðina, og aðrir sum koma aftur og aftur. Konsulentarnir kenna ikki “húsið” og mannagongdir. Hetta setir stór krøv til sjúkrarøktina, sum er tann reyði tráðurin og tryggjar samanhang í sjúklingagongdini. Á fleiri økjum er tað bert tann eini sjúkrarøktarfrøðingurin sum saman við konsulentum tryggjar dygdina og trygdina í mun til viðgerð og røkt til sjúklingin.

Sjúkrarøktin á einum sjúkrahúsi í dag kann als ikki samanberast við sjúkrarøktina, ið var veitt fyri bara 5 árum síðani, fyri slett ikki at tala um sjúkrarøktina fyri 15-20 árum síðani. Ein innlagdur sjúklingur fer altíð at hava tørv á grundleggjandi sjúkrarøkt.Men rákið, um eg skal halda meg til tað fyribrigdið, við vaksandi ambulantari tænastu og færri seingjarplássum hevur eisini havt við sær, at sjúklingar, sum verða innlagdir í dag, tørva umframt grundleggjandi sjúkrarøkt eisini kompleksa og ofta háteknologiska sjúkrarøkt, umframt at teir ofta eru í einari óstabilari fasu, ið merkir at støðan brátt kann broytast og gerast hættislig.

Framkomnir viðgerðarmøguleikar saman við krøvum og væntanum frá borgaranum og politisku skipanini eru eisini rák, ið hava lagt “trýst” á sjúkrahúsverkið.

Fyri 10-15 árum síðani vóru sjúklingar innlagdir í nógv longri tíð. Eitt nú sjúklingar, ið vóru skurðviðgjørdir, vóru ofta innlagdir í fleiri vikur fyri at koma seg. Í dag fara stórur partur av somu sjúklingum heim sama dag ella 2-3 dagar aftaná skurð. Hendan broytingin er tengd at fleiri ávum, eitt nú framkomnari tøkni, nýggjum medisini og eisini eini hugburðsbroyting, stuðlað av nýggjari granskingarvitan, í mun til hvussu ein best kemur seg aftan á eina skurðviðgerð. Gigtasjúklingar vóru innlagdir til fysioterapi og aðra viðgerð í mánaðir. Hesir sjúklingar síggjast nærmast ikki á seingjardeildunum í dag, aftaná at medisinska viðgerðin innan serøkið er kollvelt. Sama ger seg galdandi innan ymsar neurologiskar sjúkur. Barnakonur fara heim oftast triðja dagin, heldur enn at liggja á barsilssong í 4 vikur, o.s.fr. o.s.fr. Tann kollveltandi broytingin í innleggingartíð hevur eisini havt við sær, at sjúkrarøktin, sum verður veitt á sjúkrahúsinum, er vorðin so kompakt og samansett, at krøvini til førleikastøðið hjá sjúkrarøktini eru munandi økt, og lítið og einki pláss er fyri, at eitt og sama røktarstarvsfólk ikki kann veita eina heildarrøkt og viðgerð.

Rákið við at minimera/optimera frammøtið av røktarstarvsfólki í hvørjari vakt (dag/kvøld/nátt), fyri at halda játtanina, hevur eisini rakt Landssjúkrahúsið fyri fleiri árum síðani. Hetta, saman við at sjúkrarøktin er vorðin alsamt meira kompleks, og at sjúklingarnir, ið eru innlagdir, ofta eru óstabilir og akuttir sjúklingar, ger tað ikki ráðiligt fyri stóran part av deildunum á Landssjúkrahúsinum at seta heilsurøktarar ístaðin fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Fíggingin ger tað slett ikki møguligt at seta ein heilsurøktara afturat sjúkrarøktarfrøðimanningini.

Viðvíkjandi raðfesting av útbúgving í Føroyum og at gagnnýta útbúna tilfeingið innan røktarøkið, meini eg, at forkvinnan fer skeiv. Tað, at forkvinnan førir fram, at vit útbúgva heilsurøktarar í Føroyum, men niðurraðfesta teir á arbeiðsmarknaðinum, sum í lesarabrævinum bert vísir til Landssjúkrahúsið, síggi eg sum villleiðandi argumentatión. Arbeiðsmarknaðurin hjá heilsurøktarum er ikki bert Landssjúkrahúsið. Tað verða útbúnir uml. 30 sjúkrarøktarfrøðingar árliga í Føroyum og uml. 20 heilsurøktarar, umframt heilsuhjálparar. Heilsurøktarar hava meginpartin av síni starvsvenjing í primera økinum, har tað eisini er stórur mangul uppá útbúgvin røktarstarvsfólk. Hví tað er so umráðandi fyri forkvinnuna hjá heilsurøktarafelagnum at uppraðfesta enn fleiri størv til heilsurøktarar inni á sjúkrahúsunum, ímeðan primera økið hevur ilt við at rekruttera útbúgvin røktarstarvsfólk, er mær ein gáta. Tað er ikki langt síðan, at Dagur & vika segði frá, hvussu Tórshavnar kommuna og ALS høvdu gjørt eitt samstarv, um at veita skeið í heilsurøkt uppá 14 dagar, minnist meg rætt, til ófaklærd, so at tey kunna veita eldri í kommununi heilsutænastu, tí tað var nærum ómøguligt at skaffa faklærd røktarstarvsfólk.

Landssjúkrahúsið lýsir eftir starvsfólkum við teimum førleikum, ið mett verður, at brúk er fyri, til at tryggja dygdina í tænastuni til borgaran. Tað arbeiða nógvir ymsir fakbólkar á Landssjúkrahúsinum, harímillum eisini heilsurøktarar, sum eru bæði dugnaligir og ágrýtnir, og eru allir fakbólkar virðismiklir.

Naina Túgvustein, varastjóri
Landssjúkrahúsið

Les lesarabrævið hjá Rakul í Gerðinum, forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum her