Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Afturlit, flaggdagin 2018 – mentan og útbúgving í júst farna tingári

At telja dagar okkara - lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!

Hesi orð eru tilskrivað Mósesi, og eg haldi so við, at tá vit telja upp, hvat vit náddu eina ávísa avmálda tíð, so gevur tað eitt innlit, eina realismu, eina gleði og ein hóskandi kritikk.

Nú seinastu dagarnir í tingárinum 2017 eru runnir, so hyggi eg aftur um bak og kanni listan av lógararbeiði innan mentan og útbúgving, sum vit hava viðgjørt og avgreitt – ella ikki.

Fyri fólkaskúlan hevur løgtingið gjørt lógarbroyting til frama fyri lærugreinina, handaverk og list, og til frama fyri kravda undirvísingarevnið “ kvæðamentan, kvøðing/føroyskur dansur”. Hetta seinna er at seta føroyskan dans á sítt natúrliga pláss í tí føroyska skúlanum. Harafturat eru fleiri lógarbroytingar gjørdar í lóg um fólkaskúlan, sum staðfestir menningina, sum er farin fram innan sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum, í lóg. Dentur er eisini lagdur á trivnað, og trivnaðarætlanir skulu nú gerast, og eru skúlastýrini aktivur partur av hesum. Fyri jól viðgjørdi og broytti løgtingið ásetingar um landsroyndir fyri inniverandi skúlaár, og harafturat er eitt andstøðuuppskot um at áseta morgunsang við lóg viðgjørt.

Fróðskaparsetur Føroya hevur havt viðvind seinastu árini – talið á lesandi er hækkað og tað er sera gleðiligt. í løtuni er ávísur stígur í, og tað sær ikki mætari út, at tað er eitt sindur trupult at finna semju um ta útbúgvingarkósina eitt land og samfelag við støddini hjá Føroyum skal hava, og at tað tekur eitt sindur av tíð, til myndugleikar og lærustovnur finna eitt gott felags stev. Men hesum máli havi eg eina stóra og trygga vón fyri. Ikki minst tí, at mánadagin samtykti løgtingið eitt uppskot til samtyktar um ætlan fyri kampus og vitanardepli. Og tað er ikki uttan týdning at Føroya løgting sendir eitt sovorðið signal um, at nú skal tað vera, at Føroyar fáa eitt savnað fróðskaparsetur og at hædd verður tikin fyri, at samvirkandi stovnar kunnu hugsast inn í ætlanina fyri lestrarbý, og at ætlanin verður sett inn í íløgukarmin hjá tí almenna fyri næst komandi árini. 5 mió eru á fíggjarlógini fyri 2018 til útreiðslur í sambandi við lestrarbý. Sum nakað serligt hevur løgtingið í ár eisini játtað 2,5 mió til skúlatilboð innan list og vistgrøði á Sandoynni, sum eisini skal knýtast at Setrinum.

Á miðnámsskúlaøkinum eru tað serliga byggingin av Glasi, sum hevur fylt nógv og kravt stóra fíggjarorku á løgtingsins fíggjarlóg, og tað er at fegnast um, at nú nærkast dagurin, at skúlavirksemið – næmingar, lærarar og onnur starvsfólk flyta inn. Og tað er fráboðað at vera til skúlaársbyrjan í august. Men ikki nokk við tí, um- og útbyggingin, 3.byggistig, á Miðnámi á Kambsdali varð samtykt við 3.viðgerð mánadagin, og sostatt fær hesin stóri skúlin við 500 næmingum og uml. 70 lærarum loksins hølisviðurskifti á hædd við aðrar líknandi skúlar. Afturat hesum er peningur settur av, so landsstýriskvinnan kann seta ferð aftur á at verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini fyri lærarar á miðnámi, har eini 40 lærarar bíða eftir at fáa høvi at gera seg liðug við verklliga partin av hesum kravda skeiði.

Lestrarstuðulin er bøttur undir hesi samgonguni. Í fjør fingu stakir uppihaldarar og aspirantlesandi stuðul 12.mánað, sum áður hevur verið undantikin, eins og lesandi á hægri lestri fingu 500 kr. meira um mánaðin í lestrarstuðli. Í hesum tingárinum er samtykt, at øll lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum nú eisini fáa lestrarstuðul í 12 mánaðir, so leingi útbúgvingin varir. Hetta er aftur liður í arbeiðinum at gera Føroyar kappingarført sum lestrarland.

Innan yrkisútbúgvingarøkið er tað mest spennandi, sum samgongan hevur gjørt, at játta pening til amboð og útgerð á teknisku skúlunum - ein íløga sum hevur hastað leingi. Talan er um 6,8 mió sum løgujáttan í inniverandi fíggjarári til el- maskin- og timburdeildina á Tekniska Skúla í Klaksvík, og í sambandi við at flutt verður í nýggja bygningin í Marknagili, er eisini peningur játtaður til nýggj amboð og nýggja útgerð til yrkisútbúgvingarnar á Glasi. Harumframt hevur løgtingið/Mentanarnevndin viðgjørt tvey andstøðuuppskot um broytingar í lógargrundarlagnum undir yrkisútbúgvingum.

Í mun til Húsarhaldsskúlan í Klaksvík, so er samtykt ein stuðulsjáttan til løguna “Nýggjur húsarhaldsskúli í Klaksvík” í tíðarskeiðnum 2018-2021, har fyrstu 2 mió eru játtaðar í ár. Tilsamans verður stuðulin til skúlabyggingina 16 mió og fer at bøta munandi um karmarnar hjá einum sera týdningarmiklum, góðum og væl umtóktum skúla, sum er staðsettur í Klaksvík og tekur upp næmingar frá øllum landinum. Í september 2017 varð lóg um húsarhaldsskúlar broytt, so at aldursmarkið fyri upptøku varð lækkað til eins og lætt varð um raksturin, nú alt undirvísingartilfarið kann vera stuðulsheimilað.

Innan háskúlavirksemi er ein menning farin fram og hevur løgtingið verið viðleikari og m.a. sett pening av til Ítrottarháskúlan í Vági til at byrja sítt virksemi frá 2016, og vegna sera góða móttøku og nógvar tilmeldingar, er virksemið vaksið og játtanin hækkað aftur í 2018. Harafturat er stuðul til íløgu til til bygning til ítrottarháskúlan játtað á fíggjarlógini fyri í ár.

Vaksnamannaútbúgving er eitt evni og eitt øki, har vit vita, at vit ikki gera tað, sum vit eiga at gera sum samfelag. Tí vaksnamannaútbúgving fevnir um teir møguleikar, sum vaksin hava í einum framkomnum samfelagi fyri at taka útbúgving, eftirútbúgving, skeið og annað, sum teimum tørvar til at tillaga seg einum arbeiðsmarknaði í støðugari broyting. Ikki minst er tað týdningarmikið við lestrar- og yrkisvegleiðing eins og førleikameting fyri mong, sum flyta til Føroya at búgva og virka, men sum hava útbúgvingar úr øðrum skipanum og hava tørv á at verða førleikamett, og so at taka ískoytisútbúgvingar fyri at finna sítt rætta pláss á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Ein munandi partur av vaksnamannaútbúgvingarøkinum er undirvísing í føroyskum máli og samfelagi eins og í føroyskari mentan fyri slíkum, sum hava eitt annað móðurmál. Í hesum tingárinum hevur løgtingið samtykt at hækka játtanina til føroyskt fyri tilflytarar undir kvøldskúlaskipanini. Harafturat hevur tingið samtykt tilráðing nr.37/2017 frá Norðurlandaráðnum um at raðfesta vaksnamannaútbúgving og eftirútbúgving hægri. Tað frættist, at í næstum fær landsstýriskvinnan í mentamálum eitt álit um, hvussu vaksnamannaútbúgving veruliga kann verða sett í verk og skipað í Føroyum.

Tjóðpallur Føroya er eitt tað mest spennandi, sum samgongan arbeiðir við, tá tað kemur til løgur. Karmurin fyri byggingina er árini 2018-2021, og eru 3 mió játtaðar í ár til at fyrireika byggiverkætlanina Tjóðpallur Føroya, hvørs staðseting verður á Skálatrøð. Vónandi verður verkætlanin framd, nú fyrireikingin hevur nøkur ár á baki og nú bæði játtan og politisk vælvild er fyri hesi týdningarmiklu bygging fyri okkara mentan, fyri leiklist í Føroyum.

Í kirkjumálum er ikki nógv virksemið í løgtinginum í hesum tingárinum, men ein neyðug lógarbroyting til frama fyri hjálparprest er framd.

Miðlamál fylla nógv í politisku skipanini. Ikki færri enn 4 tingmál um miðlar vórðu løgd fram í vár – øll andstøðuuppskot. Miðlamál verða so nógv umrødd, at eg meti tíðin er komin at arbeiða við greiðari politikki um, hvussu Føroyar kunnu varðveita góðar Public Service tænastur, nógvan góðan journalistik, eins og eitt fjølbroytt miðlalandslag. Mentan og mál, sakligur journalistikkur um vinnu og samfelag, eins og fólkaræði eru millum heilt stóru evnini í hesum sambandi.

Innan savnsøkið er nógv hent, skilt á tann hátt, at Søvn Landsins aftur eru vorðin Landsbókasavnið og so Tjóðsavnið. Bygnaðarbroytingarnar hava uttan iva seinkað neyðuga arbeiðinum at endurskoða savnslóggávuna. Samlaða játtanin til søvnini er hækkað, og tað er at fegnast um, at sjálvsognarstovnurin, Grunnurin Føroya Sjósavn, fær 200 tús meira til sítt virksemi, eins og peningur er settur av til at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri. 1 mió er sett av til at gera bakkavevrju fyri at tryggja fornminni í Kirkjubø. Men heilt grundleggjandi lóggáva er samtykt um talgild savnindi, tá løgtingið í seinastu viku gav landsstýriskvinnuni heimild at gera eina góða avtalu og skipan at varðveita talgildu savnindini í Føroyum. Og til at gera reglur fyri stovnar og myndugleikar um avhending, varðveiting og vraking av talgildum savnindum – ein tørvur, sum hevur verið væl kendur síðani 2005.

Mentanarpolitikkur samgongunnar er framskygdur. 18.apríl í ár samtykti løgtingið at seta í gildi UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi, og hervið hava almennu Føroyar kunngjørt eina ætlan um at verja tað, sum er serstakt fyri føroyska mentan, eitt nú kvæði og føroyskan dans, føroyskt bátasmíð, føroyska ullavirking og binding, føroyskan matsið o.s.fr.

Mentanarpolitiskt ber til at siga, at nógv er hent. Samgongan hevur grundleggjandi sett sær fyri at styrkja og professionalisera mentanararbeiði eins og at stuðla yrkislist betur. Týdningarmikið stig í hesum sambandi er at hækka hækka stuðulin til Mentanargrunn Landsins í 2016, og miðvíst frá 2017 til 2019 at seta 1,1 mió av til listafólkalønir, so at upphæddin verður 3,3 mió. Harafturat er Týðaragrunnur Landsins hevur eina játtan á 500 tús. So eftir ætlan eru hesar upphæddir tilsamans 10 mió í 2019. Men ein framtíðarspurningur er, um ikki týðaragrunnurin eigur at verða styrktur enn meira til frama fyri føroyskar bókmentir og bókmentir í Føroyum?

Filmsjáttanin hækkaði í ár við 300 tús eftir at samgongan hækkaði hann við 600 tús í 2016 og 500 tús í 2017. Best um vit kundu samst í politisku skipanini um, at filmsjáttanin kemur upp á 5 mió, áðrenn long tíð gongur, so hon kann vera eitt trygt og støðugt grundarlag undir okkara vaksandi filmsvirksemi, sum vit eisini vilja skal grundfestast sum filmsvinna. Fyri fyrstu ferð er nevniliga afturberingarskipan fyri filmsvinnu gjørd og peningur settur av til tað í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Og Filmshúsið er farið í gongd við sítt virksemi í ár.

Tónleikur er enn eitt fagurt flaggskip í føroyskari mentan, og ætlar vinnumálaráðharrin at seta á stovn tónleikaútflutningsskrivstovu komandi ár. At lívga virksemið innan ymiskan tónleik afturat tí verandi, er játtan fyri fyrstu ferð sett av til Tórshavnar Bigband, so at rútmiski tónleikurin kann fáa eitt enn betri fótafesti í samfelagnum. Tónleikalæringsamboðið Meludia fekk eisini játtan á fíggjarlógini til hald, týðing til føroyskt og atgongd til øll í Føroyum, og kann hetta amboð styrkja førleikarnar hjá mongum innan tónleik. Løgtingið hevur harafturat tikið undir við tilráðing Útnorðurráðsins um eina útnorður sangbók.

Tað er vert at nevna, tá tosað verður um mentanarpolitikk, at tað grør um gangandi fót í okkara landi - eisini á útoyggj og á smáplássum viðvíkjandi hugskotum at menna vørur úr okkara náttúrutulfeingi og at gera staðbundnu mentanina atkomuliga fyri ferðandi – bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum. Tað eru spennandi verkætlanir, sum hava fingið stuðul av kontuni “Stuðul til útoyggjamenning”, sum samgongan hækkaði við knapt 100 tús upp í 800 tús fyri 2018. Dømi um mentanarvirksemi, sum júst hevur fingið stuðul, eru:

Skúvoyar Bygdarsavn, varðveitan av fuglaveiðuútgerð

Umvæla bygdagøtu og avmerkja staðarnøvn í Hattarvík

Bátasavn í Svínoy

Upplivingarsetur í Svínoy

Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum

Skinku og ostaframleiðslu á Trøllanesi

Matstovan Viljin á Húsum

Menning av sterkum løgi úr kolorabi- og majrótum, Dímun

Tað er eingin ivi um, at fleiri týdningarmikil útbúgvingarmál skara framúr við síni fráveru, nú rúm tíð er farin, síðani bólkur varð settur at endurskoða Breytaskipanina innan miðnám frá 2013, eins og Yrkisnám frá 2013 eisini verður endurskoðað. Tað sama kann sigast um arbeiðið við at seta á stovn verulig tilboð innan Vaksnamannaútbúgving, sum vit hava bíðað eftir nakað leingi.

Um tað eydnast at halda eitt gott arbeiðslag til hetta valskeiðið endar, so er vón fyri, at tiðliga í heyst eru niðurstøður, sum kunnu nýtast til politiska støðutakan og raðfesting innan miðnám, vaksnamannaúrbúgiving og yrkisútbúgvingar. Og restin av arbeiðinum við batum og tillagingum á fólkaskúlaøkinum kann vónandi eisini fáast liðugt áðrenn langt umlíður.

Okkurt er ikki nevnt, okkurt er gloymt, men samanumtikið gevur tað treysti á flaggdegnum í hesum Harrans ári 2018, at ein miðvís mentanarpolitisk kós er at hóma, og at væl sæst eftir, eins og tað stimbrar til framhald, at góðar ætlanir eru eftir at fremja í næstum innan útbúgving í hesum fagra landi.