Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aftur ein lygn frá SSL

2019-09-02 20:18

Í juli 2019 varð Ternan tikin úr sigling og Spógvin og Sildberin røktu nólsoyarleiðina. Við in.fo segði Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari í SSL, at alt gekk væl og bert onkran einkultan dag máttu fimm fólk bíða til næsta túr. Hetta er reingjan av verunleikanum og stór andsøgn til dokumentatión úr Nólsoy. Um hetta er støðið á eftirmetingunum hjá SSL, so er tað ikki so løgið, at tey ferð eftir ferð taka undarligar avgerðir.

Í kvøld var so SSL stjórin í útvarpinum og segði, at Jósup varð tikin úr mykinesleiðini til nólsoyarleiðina. Hetta er beinleiðis ósatt, tí Jósup sigldi sín seinasta túr á mykinesarleiðini leygardagin og var sostatt ikki í sigling har.

Eisini umbar stjórin seg við, at hvílitíðin varð órógvað, og tí kundi ongin sigling verða í dag. Jósup hevur sína egnu manning og SSL kundi lættliga funnið eina loysn fyri sínum parti, um nakar sum helst vilji var til tess.