Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ábyrgdarloysi sett í system

2013-08-18 22:20

Tann 8. august hevur landstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, sett í gildi: “Kunngerð um skipan og læring í forskúla.” Henda kunngerð hevur, síðani hon fyrstu ferð kom í ljósmála í november 2010, fingið eina óvanliga kaldiga móttøku, og hevur verið skrivað upp í fleiri leypar um, hví hon ikki eigur at verða sett í gildi.

Einastu, ið hava viðmælt henni, er Føroya Lærarafelag. Og kemst tað allarhelst av, at kunngerðin stórt sæð bara tekur fyrilit fyri lærarastættini, meðan pedagogar, ið eru nevndir í § 6, stk. 3: “Skipað samstarv skal vera millum lærararog pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing ogfrítíðarskúla”, hava verið hildnir heilt uttanfyri, bæði fakliga og viðvíkjandi innihaldinum í hesum forskúlanum og hesi kunngerð - so nógv virði er í hesum føgru orðunum. Tvørfakligt samstarv millum pedagogar og lærarar, ið øll grannalond okkara leggja stóran dent á, er bara orð í kunngerðini; í tí veruleika, kunngerðin er grundað á, er tað ikki til, har er bara hugsað um undirvísing og skúla í forskúlafatanini hjá Metamálaráðnum – ikki læring.

Hví sigi eg so?

Tann 10. apríl 2013, svarar mentamálaráðharrin einum fyrispurningi um forskúlar í løgttinginum. Hann sigur m.a.:

--

Mentamálaráðið hevur gjørt uppskot til kunngerð um skipan og læring í forskúla. Kunngerðin hevur heimild í § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini. Harumframt eru í §§ 10 og 18, stk. 3 í fólkaskúlalógini ásetingar um innihaldið í forskúlanum, samstarv millum lærarar og pedagogar og dagliga undirvísingartíð hjá næmingum í forskúlaflokki.

Kunngerðin verður royndarkoyrd í løtuni, í samband við teir forskúlar, sum eru. Ávegis eftirmeting hevur verið, og onkrar dagføringar eru gjørdar, so kunngerðin kann verða sett í gildi. Ætlanin er at lýsa kunngerðina seinni í ár.

Løgtingið 10. apríl 2013

Har eru trý viðurskifti í hasum svarinum, ið ikki eru í samsvari við veruleikan:

1. Samstarvið millum pedagogar og lærarar er ein viðfáningur, og er einans bygt á fortreytirnar hjá skúlanum, pedagogiskt og fakliga.

2. Kunngerðin verður royndarkoyrd í løtuni. Hatta má vera mest ivasama roynd nakrantíð, uttan innihald, mið og mál.

3. Ávegis eftirmeting hevur verið. Eingin ávegis eftermeting hevur verið. Í øllum førum ikki sambært teimum skjølum, eg havi lisið

--

Men tað er rætt, at kunngerðin varð sett í gildi seinni í ár, beint ímóti stórt sæð øllum fakligum tilmælum.

Eg havi sjáldan fyrr sæð eitt so vánaligt úr hondum greitt forarbeiði til nakra kunngerð, sum tað, ið her er farið fram.

Sjálvur havi eg skrivað tvær drúgvar greinar í Sosialinum í vikuni, ið er um at fara, har eg grundgevi fyri tí eg sigi omanfyri, og har niðurstøðan er:

--

Grundað á eina fakliga meting í mun til tað, vit vita um menning og læring hjá børnum, kann ikki tilráðast at seta kunngerðina um forskúlar í verk, í tí líki hon er. Hon røkkur ikki teimum krøvum, vit mugu seta fyri hóskandi avbjóðingum hjá børnum millum 6 og 7 ár, og livir ikki upp til fakpedagogisku krøvini á økinum.

Kunngerðin og royndin byggir hvørki á føroyska vitan á økinum, altjóða vísindaligar kanningar ella á royndirnar í hinum Norðurlondum, ið hava serstøk tilboð til tey 6 til 7 ára gomlu: Finland, Svøríki og Danmark.

Viðvíkjandi royndini kann sigast, at eingin verulig eftirmeting hevur verið av henni, tí er tað eisini torført at síggja, hvat Mentamálaráðið grundar hetta á: “Staðfest verður, at skipanin hevur virkað væl og verður kunngerðin tí sett í gildi.”

Tann synergieffekt og dygd í tilboðnum, ið kann standast av tvørfakligum samarbeiði millum tveir fakbólkar í arbeiðinum við hesum aldursbólkinum, er heilt burtur, og tað, hóast annar fakbólkurin er serliga útbúgvin til at arbeiða við teimum 6 til 7 ára gomlu.

Eitt sindur margháttligt er tað eisini, at alt bara verður grundað á bert ein forskúla, sjálvt um landsstýrismaðurin 10. apríl sigur: “teir forskúlar, sum eru.” Vit hava hóast alt aðrar forskúlar, harumframt hava vit drúgvar royndir við skúlabólkum fyri tey 6 til 7 ára gomlu á dagstovnum okkara, hví hesin partur ikki er við, tá ið ein so týdningarmikil avgerð verður tikin, kenst heldur ikki serliga trygt.

Trengri vit skipa karmarnar um lívið hjá børnunum og fyrr í lívi teirra, størri er vandin eisini fyri, at tey seinni í lívinum fáa sosialar og psykiatriskar diagnosur og trupulleikar við læringini.

At tað harumframt skal arbeiðast við at bróta sosiala arvin átti at verið eyðsýnt, serliga við Pisakanningunum í huga.

Tað er týdningarmikið, at vit taka røttu avgerðina, hvat skal henda við lívinum hjá teimum 6 til 7 ára gomlu, annars kunnu vit gera óbótaligan skaða, slík avgerð kann ikki verða merkt av tilvild.

--

Henda niðurstøða mín er enn galdandi og standi eg við, hóast kunngerðin er sett í gildi.

Eitt er at blaka torvold í eyguni á fólki við deyðum lutum, sum tunlum og makreli. Men at fara soleiðis fram, og gera tað mótvegis livandi børnum er beinleiðis ábyrgdarleyst.

Rógvi Thomsen