Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur

2019-08-17 12:52

Fíggjarpolitikkur. Tað er eingin skomm, at rinda hvørjum sítt, og at eiga nakað á kistubotninum.

Javnaðarflokkurin hevur seinastu fýra árini fø rt ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Pengar eru lagdir til síðis, og man n hevur goldið niður uppá skuld.

Hetta ber til, tí at landskassin hevur havt eitt yvirskot uppá hálva aðru milliard.

Í góðum tíðum, skal man liva sum í vanligum tíðum og gera íløgur, sum um tað v óru krepputíðir.

Javnaðarflokkurin hevur havt dirvi til at siga nei til uppskot úr tinginum, sum høvdu kostað landskassanum omanfyri eina milliard, og har man ikki visti, hvar peningurin skuldi koma frá.

Javnaðarflokkurin hevur dirvi til at gera raðfestingar, og dirvi til at styrkja haldførið í búskapinum.

Tí skal Javnaðarflokkurin sterkur á ting at syrgja fyri, at henda góða gongdin heldur fram. Hetta fyri at styrkja okkara væ lferðarsamfelag – hinir snakka um væ lferðarsamfelagið – vit gera nakað við tað.

Eitt Ja til Javnaðarflokkin er eitt Ja til ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.

Magni E. Dalsgaard, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.