ABSALON OG RUMENIA - í 30 ár

2019-12-01 14:42

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: pjd, Hirtshals 21.11.2019

MYND: Absalon við ein av sínum Rumeniabussum. Dávur Winther eigur myndina.

_____________________________________________________________________________________________________

ABSALON OG RUMENIA - í 30 ár

Ein, sum hevur ferðast nógv til Rumenia og onnur lond í Eystur-Europa er Klaksvíkingurin Absalon Matras. Absalon Matras kemur í Emmaus í Klaksvík, og tað er m.a. har, at tann andaligi íblásturin varð kveiktur, sum seinastu 30 árini er komin túsundavís av Rumenum til góðar.

Absalon var í Noregi í 1989, tá hann varð ringdur upp og fekk at vita, at teir høvdu brúk fyri bussførarum til Rumenia. Soleiðis byrjaði Rumenska Humaniterhjálpin hjá Absaloni, og í august mánaða í ár vóru 30 ár liðin, síðani hann byrjaði at koyra úr Føroyum til Rumenia.

Kristiliga Tíðindasendingin møtti Absaloni umborð á Norrønu í seinastu viku, har vit fingu eitt prát við hann. Absalon var aftur einaferð ávegis til Rumenia og hesaferð eisini til Póllands. Absalon sigur, at hann hevur ætlanir at fara til Rumenia 05. desember, og tá verður tað túrur nummar 300, sum merkir, at hann í gjøgnumsnitt hevur koyrt 10 túrar um ári. Absalon sigur, at okkurt ári hevur hann verið 11 túrar.

KVINNURNAR: Tað eru kvinnur í Klaksvík, sum savnast í kirkjukjallaranum, ið pakka sekkirnar við klæðunum. “ Hetta arbeiði verður gjørt ógvuliga samvitskufult,” sigur Absalon. “ Tær bólka klæðini ímillum kvinnur og menn, børn og ung, dreingir og gentur og aldursbólkar. Klæðini verða síðani koyrd í sekkir, har bólkur og aldur er viðmerkt á sekkunum,” greiðir Absalon frá, sum leggur afturat, “ at hetta ger tað væl nemmari at fáa klæðini til røttu viðkomandi.”

Absalon hevur átt tveir stórar bussar, sum hann keypti til Rumenia-hjálpina, men seinastu árini eru sekkirnar sendir við trailara úr Hirtshals. Í dag koyrir hann sjálvur annar við einum minni vøruvogni til Rumenia, sum hann síðani brúkar til flutning av sekkunum til tey ymisku móttøkustøðini í Rumenia. Absalon sigur, at hetta er munandi bíligari og lættari.

Tá Absalon vitjar í Rumenia, tá vitjar hann eisini samkomur, har hann bæði hevur møtir og talar Guds orð. Jóhannes Danielsen úr Frelsunarherinum hevur verið nógv við í ferðalagnum seinastu árini.