Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Á grynnuni í Tórsgøtu

2019-05-01 15:58

Ein kann øtast fyri forbronglaðan tíðindaflutning á portal.fo har tiltakið hjá Tórshavnar Kommunu nevnt á Grynnuni skal eitast at verða so umhvørvisvinarligt sum gjørligt. Men boðskapurin er allarhelst frá borgarstjóranum, ið sum vant skal promovera seg har til ber.
Hvar er tað margfeldni víst verður til tá alilaksurin er stórsta hóttan móti so at siga øllum livandi í sjónum? Villi laksurin er álvarsamt hóttur og minkar í stóran stíl við tí uppiblandið sloppin alifiskur hevur við sær. Og mest heilsugóði fiskurin, seiður, er ikki meira mannaføði og heldur ikki kettu- ella hundaføði, vegna alilaksafóður. Gamalt er ikki at eta tað ketta og hundur havnar. Góður matfiskur verður minkaður niður frá 3-4 kilo við øðrum tilsettum kilo av eiturfongdum GMO soya og rapsolju til eitt kilo av sera eiturfongdum og heilsuskaðiligum alilaksi - meðan tørvurin á mati til økt tal av heimsborgarum økist - og tosað verður um 17 heimsmál og burðardygga menning.
Populisman kennir eingi mørk, sær tað út til. Borðiskar, drekkiíløt v.m. skulu sjálvandi ikki verða úr plasti, men tað er opinbart í fínasta ordan at lata 4 til 6 tons av mikroplasti beinleiðis út í firðir og sund - og samstundis tosa um umhvørvisvinarligt familjuátak.
Portal.fo ber nokk bara tíðindir víðari, men seriøsan journalistikk kann ein so eftirlýsa í stóran stíl, og serstakt hvussu náttúru- og umhvørviðsdálkandi alivinnan er fyri alt sjóumhvørvið, næst at vøran er mest heilsuskaðiliga á matvørumarknaðinum.
Um eftirkomar okkara skulu hava eina framtíðar grynnu har heilsugóður matfiskur úr sjónum skal koma til høldar, og ikki minni at lívfrøðiliga margfeldni verður tryggjað, skal annað og væl meira umhugsað, enn einans peningalig áhugamál, setast ovast á breddan.

Kári Thomsen