70 krónur í skattalætta frá Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin lovar nú 70 krónur í skattalætta til lág- og miðallønt. Vorðið sum gáva – ikki minst, tá ið vit hugsa um tey hágløntu, ið fingu úr 3.000 til smáar 7.000 krónur um mánaðin í flatskatti frá sama flokki.

Í meir enn 700 dagar, meðan hann sat við valdið, hevur Fólkaflokkurin tosað um at geva teimum, sum einki fingu, ein skattalætta. Onki er tó hent. Onki!

Nú val er útskrivað, taka tey lyftið framaftur. Eg hevði væntað, at tey um ikki annað fóru at lova hendan lættan beinanvegin, men gakk. Nú siga tey, at skattalætti til lág- og miðallønt »má taka ta tíð, tað tekur«.

Hetta er hugstoytt, tá ið vit hugsa um, at tað tók 13 dagar at seta bæði flatskattin og forskattingina av pensjónum í verk. Tá høvdu tey skund.

Eitt annað av teirra vallyftum er, at eingin skal gjalda meir enn 30% í skatti. Tað ljóðar væl. Men í dag er skattaskipanin skrúva soleiðis saman, at ein, ið forvinnur 200.000 krónur árliga longu rindar 30% í skatti. Tí má eg undrast. Merkir hetta »lyftið« hjá Fólkaflokkinum so, at ein, ið forvinnur 200.000 krónur allíkavæl ikki fer at fáa lovaðu 70 krónurnar ?

Láglønt 40% flatskatt av tvungna pensjónsinngjaldinum
Tá ið forskattingin av pensjónum kom, fingu tey tímaløntu eina skattahækking, ið vildi nakað. Tey gjalda nú 40% í skatti frá fyrstu krónu av tvungna pensjónsgjaldinum. Áðrenn henda skipanin kom, var skatturin við útgjald av pensjón hjá tímaløntum áleið 28%. Hetta merkir, at ein tímaløntur við forskattingini hevur mist 1000 krónur um mánaðin av síni pensjón. Og tá muna 70 krónur »einaferð, tá ið tað ber til,« lítið.

Fólkaflokkurin skyldar teimum tímaløntu svar uppá spurningin um, hvørt hetta lyftið um 30% í skatti eisini merkir, at forskattingin somuleiðis verður lækkað niður á 30%. Í so fall høvdu tey tímaløntu nevniliga fingið tann peningin aftur, sum tey hava mist við forskattingini.

Skattalætti til tey lág- og miðalløntu, ið munar
Javnaðarflokkurin hevur eini greið boð til tey lág- og miðal løntu – tað vil siga tey, ið forvinna upp til 35.000 krónur um mánaðin. Vit vilja fremja ein skattalætta, soleiðis at ein arbeiðaraløn hevur minst 700 krónur meiri eftir, aftaná at skatturin er goldin.

Vit vísa ábyrgd og siga, at hetta málið skal fremjast so tíðliga í valskeiðnum, sum gjørligt. Vit meta nevniliga, at tað hevur skund at lætta um hjá teimum tímaløntu.

Vit halda ikki, at skattalættin til tey tímaløntu bara kann »taka ta tíð, tað tekur«.