70 ÁRA DAGUR ÍSRAELS - nógv fólk savnað í miðbýnum

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd - gjaranes@gmail.com - Tíðndaskriv 05.06.2018

Tú kanst hoyra tíðindainnslagið her:

 https://r7.fo/news/10506/kristilig-tidindi-68-kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus

__________________________________________________________________________________

70 ÁRA DAGUR ÍSRAELS

- nógv fólk savnað í miðbýnum

Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri hátíðarhaldi á Vaglinum í Havn tann 14. mai í samband við at Ísrael hendan dagin varð endurstovnað fyri sjeyti árum síðani. Tvær røður vóru undir hátíðarhaldinum. Teir, ið talaðu vóru Svenning av Lofti og Avi Lipkin, ið er jødi, búsitandi í Ísrael, føddur og uppvaksin í Amerika.

Svenning av Lofti hugleiddi um søgu Ísraels til dagin í dag. Og meðan hann umrøddi 14. mai 1948, dagin táið David Ben Gurion las yvirlýsingina um nýstovnaða státin Ísrael, sipaði Svenning til orð Esaiasar profets, ið profeterar um knappligu stovnan Ísraels: "Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftir einari løtu." Es.66,8v.

Heini Lützen og systir hansara sungu á hebraiska málinum, m.a ísraelska tjóðsangin. 7-800 fólk vóru samankomin á torginum frammanfyri býráðshúsini í Havn hendan dagin. Stórt sjálvtøkuborð við heimabakaðum køkum, te, kaffi og øðrum góðum var øllum til taks.

Svenning av Lofti endaði taluna við eini røð av søguligum staðfestingum:

· Gud Ísraels er eisini okkara Gud.

· bíblian er skrivað av jødum.

· fyrstu 12 lærisveinar Jesusar vóru jødar.

· fyrsta nýtestamentliga samkoman vóru jødar.

· og Jesus, frelsari okkara, var jødi.

Gud signi Føroyar - Gud signi Ísrael!