Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

600 nýggj arbeiðslpláss

2014-06-27 23:55

Fólkaflokkurin:

Síðan sitandi samgonga tók við í november 2011 eru 600 fleiri løntakarar. Hetta vísa tøl frá hagstovuni. Hetta er talið á løntakarum, sum eru í arbeiði í Føroyum. Afturat hesum koma tey mongu sum hava fingið arbeiði í útlandinum sama tíðarskeið, og tey eru ikki so fá.

Her er vøkstur og eisini er tíðuligt, at vøksturin heldur fram. Sangongan setti sær fyri at skapa vøkstur í samfelagnum og alt er, sum bendir á, at tað er eydnast.
”Tað skal loysa seg at arbeiða”, segði samgongan og gjøgnumførdi flatskattin. Ein skattaskipan, har borgarin rindar minni í skatti, og skapar hettar meira hug og drivi at arbeiða. Tølini í dag vísa at hugurin at arbeiða er vaksin og arbeiðsplássini eru skapt.
Spurningurin er so, hvar hesi abeiðspláss eru. Tøl frá Fíggjarmálaráðnum vísa, at í Almennari fyrisiting o. ø. Tænastum er talið av løntakarum frá 2011 til 2014 minka við 39 fólkum. Tað er sostatt í privatu vinnunum, at arbeiðsplássini eru skapt.
Vit eru tó framvegis ikki komin upp á løntakaratalið, sum var undan bankakrepppuni. Hesin vøkstur er tí neyðugur og má halda fram.