50 ÁR SÍÐANI, í Merkur-Teatrinum!

2020-05-06 14:13

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar

MYND: Brynleif Hansen, sáli

Tú kanst hoyra innslagið á R7.fo Trýst her: https://r7.fo/news/24276/kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus-95-29-april-2020

_____________________________________________________________________________________________________

50 ÁR SÍÐANI, í Merkur-Teatrinum!

Flaggdagin 25. apríl vóru 50 ár liðin síðani evangelisturin og stovnarin av Zarepta, Brynleif Hansen, sáli tók stig til føroysku evangelisku stórmøtini í Keypmannahavn, sum vórðu hildin flaggdagsvikuskiftið í 1970 í Merkur-Teatrinum á Vesturbrúgv.

Fundarøðin, sum var í tríggjar dagar, byrjaði fríggjakvøldið 24. apríl og endaði sunnukvøldið 26. apríl. Leygarkvøldið, sum var flaggdagurin, vóru umleið 300 fólk á møti, og hetta møti varð eisini sum eitt flaggdagshald, har Petur Háberg, sáli helt røðu um føroyska flaggi MERKIÐ, samstundis sum hann flattaði evangeliska boðskapin saman við krossmerkinum í flagginum.

Ein sersangur varð skrivaður til fundarrøðina, sum gjørdist eyðkennislagið undir øllum møtunum. Tað var Øssur Berghamar, sum skrivaði bæði orð og lag til sangin, Kristus frelsir til fulnar. Hesi fyrstu orðini í sanginum vórðu málaði á eitt stórt skelti, sum hekk yvir pallinum, og tey gjørdust høvuðsmotto undir allari møtirøðini, og hoyrdust aftur í onkrum av talunum hjá Brynleifi. Sangurin og lagið eru sostatt fimti ár í ár. 

Tað var svágur Brynleif, Arne Thomsen, sum málaði skelti, og málingin varð keypt frá einum øðrum svági, Ib Bryld, sum hevði málingahandil í miðbýnum í Keypmannahavn.

Møtini vóru væl vitjað. Tað vóru væl yvir 600 fólk í alt til øll trý møtini. Ein av útisetunum, ið kom til møtini var fyrrverandi løgtingsmaðurin Tordur Niclassen, sum tá læs í Keypmannahavn. Hann sigur, at hann minnist sera væl hesi møtini, m.a. tí, at hann var andaliga kallaður hetta vikuskiftið í Merkur-Teatrinum. 

Brynleif Hansen var høvuðstalari á øllum trimum møtunum, sum eisini hevði savnað saman eitt toymi við talarum, sangarum og tónleikarum áðrenn farið var úr Føroyum. Millum teir, sum høvdu orðið á fundarøðini vóru Svenning av Lofti, Petur Háberg og Rodmundur í Liða. Yngálvur av Reyni var boðin við sum sangari, og hesi kvøldini fylti hann teatursalin í Merkur við síni stórslignu sangrødd.

Sangbrøður, undir leiðslu av Øssuri Berghamar, vóru við og góvu eitt gevandi og lívligt íkast til møtini. Beinta Háberg Jacobsen, sum var við í ferðalagnum, sæt við klaverið hesi kvøldini.

ANDAÐIST 5 MÁNAÐAR SEINNI:Brynleif Hansen, sáli var spentur í hesum stórmøtum og væl nøgdur við uppmøtingina. Hann segði eftir møtini, at hann ætlaði sær aftur til Danmarkar at evangelisera. Men soleiðis skuldi ikki verða, tí bert 5 mánaðir seinni, eftir eina evangeliseringsferð bæði í Reykjavík og á Akureyri, var hann við í flogfarinum, sum datt niður í Mikinesi 26. september, sama ár, sum hann skipaði fyri stórmøtunum í Merkur-Teatrinum.

Tað eru sostatt 50 ár í ár síðani evnagelisturin og stovnarin av Zarepta andaðist bert 33 ára gamal.