Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

4-5 tons mikroplast frá alivinnuni

4 - 5 tons mikroplast frá alivinnuni um árið

Vit hoyra støðugt at stóra nýtslan av plastik, og stóri parturin, sum endar í havumhvørvinum, vil hava við sær at tað í ár 2050 vil verða meira plast í høvunum enn fiskur. Og verst eru mikiroplastbitlar, ið stava frá slit á t.d. kunstgrasvallir og annars frá vørum sum smyrsl, tannkrem og vaskiklútum o.ø.

Nøkur ár eru farin síðan alivinnan fóðraði fiskin frá trillubør og við eskari, og er so at siga øll fóðring í dag frá fóðurflakum har fóðuri við lufttrýst verður sent gjøgnum plastrør og út í ringarnar. Hetta er lætt og smidligt, men hevur við sær at plastrørini, nýtt verða, eru sum sandblást á innsíðu og við úrslitinum at plastbitlar enda úti í alriringunum og partvís verða liður í sjálvum fóðurinum til alifiskin, men eisini sum føði hjá fiskaynguli. Plastbitlarnir eru so smáir at teir verða tiknir fyri at vera plankton, ið hevur við sær at yngulin doyr av svongd.

Í Noreg verður mett at tað finnast millum 3 og 12 túsund metur av plastrørum fyri hvørt alibrúk, og verða hesi skift til nýggj rør fyri hvørji 3 ár, tí tey eru niðurslitin.

Mett verður at tað hvørva um 1,5kg av plasti fyri hvørjar 10 metur av røri fyri hvørji 3 ár. Um varðisliga verður mett at hvørt alibrúk í miðal hevur 4 túsund metur av rørum, vil tað svara til at hvørt alibrúk letur út umleið 200 kilo av mikroplast fyri hvørt ár. Fyri alt landið verða sostatt hvørt ár latin umleið 4 tons av mikroplast út í firðir og synd.

Í Noreg er fjarðatoskurin komin á reyðlista fyri hótt djórasløg, og fær frítíðarfiskapur skuldina, meðan royndir útróðrarmenn siga frá, at gýtingartoskur heldur sær burtur frá alifirðum. Men so skjótt eitt alibrúk verður flutt burtur kemur fiskurin aftur.

Her heima hoyrist at seiðurin so at siga ikki er mannføði. Sjálvt langt frá alibrúkum og í streymasjógvi fæst seiður, ið er fullur av alilaksafóðuri og tessvegna ónýtiligur sum mannaføði. Sjálvt ketta og hundur vísa frá sær at eta seiðin.

Við mikroplasti og ovurstórum nøgdum av skarni, fóðurleivdum, eitrandi kopari frá nótum og vandamiklum avlúsingarevnum, ið taka lívið av krabbadjórum, plankton, taraloppu og øðrum smákyknum, og við støðugari niðurgongd í taravøkstrinum, verða firðir og sund at fara fyri skeytið.

Seiðurin, ið nokk kann sigast at hava hildið livið í føroyinginum - fiskurin við hægsta innihaldinum av m.a. D-vitaminum - er latin til skutils til børs-spekulantar, og føroyskur firðirnar latnir kostnaðarfrítt til útlendingar av hóvreiggja sær á.

Gott at Vinnumálaráðið hevur sett alivinnuni krav um fullan opinleika, og restar nú einans, at boð verða givin, at øll aling skal verða løgd um til lokaðar skipanir innan heilt fá ár.

Kári Thomsen