Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

30 skúlabørn skadd í Hebron

2019-02-22 14:45

Í gjár vóru um 30 skúlabørn í Hebron umgird og álopin við táragassi av einum bólki av niðursetufólkum og hermonnum frá zionistastýrinum í hersetta Palestina. Eitt barn fekk álvarsligan skaða og varð í skundi koyrt á Mohammed Ali sjúkrahúsið í býnum.

Skúlastjórin segði frá at ein bólkur av ólógligum niðursetufólkum gjørdu seg inn á børnini, og har hermenn síðan nýttu táragass og tveittu bumbur eftir børnunum. Bumburnar brúktar vóru eru sonevndar ”concussion” granatir, ið eru ætlaðar at gera likamligan skaða við sera harðum bresti.

Heldur enn at fáa ólógligu niðursetufólkini burtur gjørdu hermernninir seg inn á børnini.Sagt verður frá rættuliga ágandi niðursetufólki nevndur Ofar, ið støðugt jagstrar og skundar undir at slátra palestinar, fáa teir út úr Hebron og restini av Palestina.

Tað er so at siga ikki dagur í viku at tíðindir eru í útlendskum miðlum um ágang og kúgan av innbúgvum í Palestina. Í 2018 vóru um 60 børn skotin til deyðis av sníkiskjúttum, meðan upp móti 1000 ung og børn sita í klivum hjá hersetingarvaldinum.

Ágangurin er rættuliga ógvusligur har gróður verður lagdur í oyði, eiturevni sprænd á landbúnaðarjørð, drekkivant horvið ella eitrað, og ravmagn skamtað og veitt sum best ber til.
Sjálvt ortotokskir jødar mótmæla – kring so at siga allan heim, fleiri lond í Europa og kring heimin mótmæla apartheid stýrinum, og ST hevur upp í fleiri sekkir av samtyktum um brot á mannarættindir í Palestina.

Vit síggja hvørjir stuðlar herstingarvaldsins eru.....sjálvandi fyrst og fremst USA, næst nýfascisturin í Brasil, Bolsano, og víðari nøkur av mest reaktioneru londum kringum heimin.....t.d. Togo, Palau, Mikronesia...og so sjálvandi Føroyar.

Forsparákarar hersetingarvaldsins og nokk dyggastu stuðlar apartheid og fascismunar, finnast í Løgtinginum og einamest í Miðflokkinum. Her hevur formaður flokksins, Jenis av Rana, opinbara, at hersetingarvaldið og apartheidleiðslan umboðar einasta fólkaræði í Miðeystri. Trægrir síggjast til gamla fascistoida Óla Brekmann – forsprákara og chefideolog Fólkaflokksins – ið var dyggur stuðul hjá Bota-apartheidstýrinum í Suðurafrika – ið tíðanbetur er burtur.

Men enn eru opinbart djúpt høgravendir fascistoidir stuðlar – við halgubólk sum jarnbrot – ið geva fullan stuðul til zionistastýrið hjá Netanyahu. Undarligt má sigast, at tað so at siga altíð eru Fólkaflokksumboð, ið ganga fremstir við skráreim og heilsa við lyftari høgru hond. Men kent er eisini at danski Fólkaflokkurin og tess ungdómar vóru sera frammaliga í 1930´unum sum stuðlar hjá nazistaleiðaranum í Týsklandi.

Stórsta skomm føroyinga í 2018 var uttan iva borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, ið legi seg flatan á Vaglið, sum forsprákari zionistana, og enntá lat teir seta fløgg á allar býarbussarnar.....Fyri at hátáðarhalda seinasta apartheidstýrið í heiminum.

Demagogar, falskar prædikantar og maktsjúkar persónar hava vit í ólukkumát. Nú vilja teir aftur sleppa á ránsveiðu - við táragassi, granatum ella eiturevnum – sum tjóður á nátt, at lorka til sín folksins ogn.

Vónandi vaknar fjøldin í 2019 og sær Mið- Fólkaflokkshyklið....og vísir frá sær stuðul fascismunar.