Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

30 milliónir til átøk í orkupolitikkinum!

2021-11-29 13:42

Nú fíggjarætlanin fyri Tórshavnar býráð varð samtykt við 12 atkvøðum fyri og einari í móti frá Elsu Berg, eri eg errin av, at tey fýra økini vit øll í meirilutanum lovaðu til valið ávikavíst umhvørvi, børnini, eldru og bústaðir eru uppraðfest.

Heilar 30 milliónir eru settar av til átøk á umhvørvispolitikkinum “Grøna leiðin” frá 2015 og orkupolitikkinum frá 2019.

Sum forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, fari eg at hugleiða eitt sindur um raðfestingarnar, fyri at vísa hvørjir tankar liggja aftanfyri.

Tær 30 milliónirnar verða býttar soleiðis:

7 mil. fara til eina skiljihøll, ið skal lyfta skiljing og endurnýtslu í Tórshavnar kommunu á eitt heilt nýskapandi, betri og spennandi støði. Ífylgi ST stendur útvinningur og framleiðsla av náttúrutilfeingi fyri 50% av heimsins CO2 útlátið og fyri yvir 90% av øllum missi av globala lívmargfeldinum. Um øll í heiminum skula forbrúka sum vit, so krevur tað 4 Jørðir! - Tí skal tað verða lættari at endurnýta og skilja, men tað snýr seg fyrst og fremst um, at forbrúka minni!

Báðir eigarnir av Fjarhitafelagnum, Tórshavnar kommuna og SEV leggja 15. milliónir í hvør, fyri at skunda undir íbindingina út í Vesturbýin og víðari út á Argjar. Hetta, so vit kunnu røkka málinum sum skjótast, at fjarhitin einans skal koma frá avlopsorku frá brennistøðini, biogassverkinum og SEV á Sundi.
Vónandi verður íbundið síðst í 2022. Við tíðini verður helst møguligt at fáa grønari orku á fjarhitaneti, eitt nú avlopsorka frá vindi og sjógvi.

Fíggjarliga, fara fleiri brúkarar at føra við sær, at prísurin lækkar. Eg meini absolutt og arbeiði fyri, at fjarhitaprísurin eigur at verða lægri enn oljuprísurin, tí tað gagnar umhvørvinum best!

Eg eri errin av, at búgva í einari kommunu, sum ger tað gjørligt hjá nógvum borgarum, at skifta frá olju til eina samhaldsfasta fjarhitaskipan, ið er ein trygg, løtt, ljóðleys og minimalt viðlíkahaldskrevjandi hitakelda, fyri borgaran.

8.milliónir verða til ymisk orkuátøk, so sum at binda kommunalar stovnar, ið liggja við nýggju leiðingina í fjarhitanetið. Á CO2 rokniskapinum fara átøkini at síggjast væl aftur, tí eini hús hitaði við fjarhita nýta einar 9 ferðir minni co2 enn hitaði við olju.

Hettar gevur íalt 30 milliónir til orkuátøk, ið er met! Við hesum vil eg takka øllum í býráðnum fyri gott samstarv og ynskja øllum eini góð jól, har vit øll hugsa um at keypa umhvørvisbetri jólagávur. Tað kann verða upplivingar, matur ella okkurt føroyskt heimagjørt ella stuttflutt.

Bjørg Dam
Forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð