Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

3 milliardir eftir hæli – Steðgið ørskapinum!

2013-08-21 22:14

Góðar avgerðir brynja okkum til framtíðina og seta okkum í eina betri støðu.

Vánaligar avgerðir seta okkum í eina verri støðu.

Kaj Leo Johannesen og Kári P. Højgaard eru við at treiska eina ómetaliga vánaliga avgerð niður yvir Føroya land, so vit missa:

- 2 milliardir í vinningi av Eysturoyartunlinum í 30 ár.

- 1 milliard í útreiðslu av Sandoyartunlinum.

Hetta hendir, um Løgtingið letur einum donskum felagi vinningin av Eysturoyartunlinum og spennir skattgjaldaran fyri at gjalda Sandoyartunnilin.

Hetta er “hol í høvdið”.

Tað er heilt margháttligt, at løgmaður í Degi og Viku ger málið til ein trúarspurning.

Ein og hvør 3. floks næmingur sær, at vinningurin frá Eysturoyartunlinum kann fíggja ein Sandoyartunnil.

Tað er mín vón, at Fólkaflokkurin, Bárður Nielsen við nøkrum sambandstingfólkum og Miðflokkurin steðgað hesum ørskapinum.

Sandoyingar fáa tunnil við avlopinum frá Eysturoyartunlinum. Hesum skuldu sandoyartingmenninir tikið undur við, tí hendan loysnin ber á mál. Tað gera 150 mió.kr. á eini bankabók ikki.

Jógvan Poulsen

form. í Havnar Framburðsfelag (valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi)