Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

25 ára útbúgvingartilgongd fyri at fáa starv í Klaksvík

Nú verkfall er, undir herrópinum “somu løn fyri somu útbúgving”, rann mær til hugs at Sjónám í Klaksvík søkir eftir deildarleiðara, har krøvini til útbúgving og starvsroyndir eru lýstar í kunngerð. Til stuttleikar setti eg meg at rokna út hvussu nógv hann man fara at fáa í løn, um pedagogarnir fáa sín herrópsvilja, tí sambært kunngerðini er tað ikki hissini long útbúgving hesin leiðarin má hava.

Kunngerðin sigur: “Undirvísingarførleika eftir kunngerð nr. 107 frá 20 septembur 2005 um skiparaútbúgving”, kap. 6. Tað er útbúgving sum skipsførari, í minsta lagi 2 ára starvsroyndir sum skipsførari og (mín undirstriking) staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni”

Útbúgvingin sum skipsførari kann greinast soleiðis: Eftir fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. ella 10. flokk) skal viðkomandi sigla í 36 mánaðar við farmaskipi ella líknandi í altjóða sigling. Í dag er tað vanligasta at siglt verður í eini 1:1 skipan, har man hevur líka leingi frí, sum man er mynstraður. So hesir 36 mánaðarnir kunnu fáast uppá 6 ár.

Eftir lokna siglingstíð verður farið uppá skúla, og nú vóna vit at siglingstíðin er lokin beint undan skúlabyrjan, so at útbúgvingartíðin til deildarleiðara á Sjónámi verður so stutt, sum tilber. Skúlatíðin til skipsførara er fyrst hálvtannað ár til skipara, og so hálvtannað ár til skipsførara, ella v.ø.o. tilsamans trý ár.

Eftir loknan lestur á Sjómansskúlanum verður farið beint til víðari lesna á Setrinum, men av tí at inngangsstøðið til Sjómansskúlan er fráfaringarroynd fólkaskúlans, kann roknast við eini “uppstigan”, sum tekur minst eitt hálvt ár, uttan so at komandi umsøkjarin tók HF ella student, áðrenn hann fór uppá skúla. Tað leingir sjálvandi um tíðina, sum skal til fyri at sleppa at søkja máttmikla deildarleiðarastarvi á Sjónámi.

Eftir loknan lesna má umsøkjarin aftur til skips, hesuferð sum yvirmaður, og av tí at hetta er fyrstu ferð hann fer avstað sum yvirmaður, so fær hann eitt vinnubræv, sum eitur stýrimaður av 2. stigi.

Smb. kunngerð 105 frá 5. august í 2015, sum snýr seg um tá byrjað verður at sigla sum yvirmaður, má hann sigla 12 mánaðar (sum gevur samfull tvinni ár við 1:1 skipan), fyri so at fáa vinnubræv av 1. stigið.

Eftir hetta má hann so aftur sigla við vinnubrævið av 1. stigið í 36 mánaðar (ikki minni enn 6 ár við 1:1 skipan) fyri at fáa vinnubræv sum skipsførari.

Síðani er seinasta nosið eftir – tvey ár sum skipsførari, sum við 1:1 skipan tekur 4 ár.

Um vit nú telja alt saman frá fráfaringarroynd fólkaskúlans, so er talan um einki minni enn hálvtfimmogtjúgu ár, ella næstan til eitt silvurbrúdleyp at rokna.

1. Sigling í 6 ár
2. Sjómansskúli í 3 ár
3. Fyrireiking til bachelor ½ ár
4. Bachelor 3 ár
5. Sigling til stýrimann av fyrsta stigi 2 ár
6. Sigling til vinnubræv sum skipsførari 6 ár
7. Starvsroyndir sum skipsførari 4 ár
Samanlagt 24,5 ár

Hevði viðkomandi HF ella student áðrenn, so er talan um hálvtannað ella hálvttriðja ár aftrat, eftirsum hálva árið við uppstigan fellur burtur. Tvs at tey trý árini til student ella tvey árini til HF telja sum atgongukrav til Setrið, og so slepst undan hálvt ára uppstiganini.

Og tað kann eisini gerast eitt sindur styttri, um umsøkjarin fer við einum farmaskipi sum einastýrimaður, tí tá telur øll siglingartíðin sum yvirstýrimaður, men tað slepst ikki uttanum at talan er um eina óhoyrt langa kvalifiseringstíð fyri at koma uppá tal til at verða deildarleiðari á Sjónámi.

So er bert eftir at vóna at viðkomandi ikki verður sjúkur og missir ein túr ella tveir meðan siglt verður, ella at onkur lærugrein má takast umaftur á sjómansskúlanum ella setrinum, tí so nærkast vit 30 árum, sum má sigast at vera heldur drúgfør útbúgving – og alt hetta fyri at sleppa at prýða seg við heitinum “Deildarleiðari á Sjónámi”

Magni Skaale