Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

220 parkeringspláss til mentan og ítrótt

2020-11-06 13:42

Hetta er loysnin. Hetta eru parkeringspláss til Norðurlandahúsið. Og hetta eru parkeringspláss til ítróttarøkið í Gundadali.

Verði eg valdur í býráðið, fari eg at arbeiða fyri, at eitt grønt parkeringspláss til 220 bilar verður gjørt beint eystan fyri Norðurlandahúsið.

Fakfólk hava eftir áheitan gjørt hetta lidna uppskotið, sum loysir trupulleikan við fáu parkeringsplássunum med alla. Tilfar verður lagt á økið og ein dúkur útyvir, og hetta tryggjar, at bleyta lendið undir ikki sjúnkar.

Vit kenna tað øll. Tú kemur koyrandi eftir Norðara Ringvegi og skalt snara inn til Norðurlandahúsið. Men har stendur ein fyrikomandi vaktur í vesti og fær einki annað gjørt enn at veittra við ørmunum. Einki parkeringspláss eftir.

Og so at leita eftir einum parkeringsplássi okkurt annað stað. Í Áargeil, á Gundadalsvegnum, í Sóljugøtu ella við Tórsbreyt - um nakað pláss er eftir har.

Tað sigur seg sjálvt - og vit hava vitað tað leingi - at alt ov fá parkeringspláss eru til Norðurlandahúsið. Í dag eru bara 44 parkeringspláss.

Sjálvt undir koronu við nógv færri áskoðarum hevur ikki verið pláss fyri øllum bilunum til tiltøk í Norðurlandahúsinum.

Parkeringsplássið kostar 12 milliónir krónur at gera, og bæði Landið og Norðurlandahúsið eru við í fíggingini. Kommunan eigur lendið.

Hesi 220 parkeringsplássini tryggja, at bilar parkeraðir her og har, sum eru til ampa fyri ferðslutrygdina, børn og býin, fara í søguna.

Íbinding verður gjørd bæði í gøtuna við Norðurlandahúsið og í verandi tunnil undir Norðara Ringveg, sum knýtir parkeringsplássið upp í Gundadal og fótbóltin, svimjingina og alla hina ítróttina. Frá parkeringsplássinum eru 250 metrar til gongu, og so ert tú á ovaravølli.

Kring parkeringsplássið verða trø og runnar, og atlit eru tikin at Norðurlandahúsinum, sum er ein sonn perla fyri býin.

Gott val týsdagin 10. novembur.

Høgni S. Reistrup
býráðsvalevni í Tórshavnar kommunu