Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

22 valevnir til 17 sessir

2022-09-19 13:50

Tað eru alt ov fá valevni til Umboðsráðsvali, eisini hesaferð. Nýggj valevni fingu tíverri avmarkaðan møguleika at stilla upp.

Manglandi áhugin at eggja nýggjum valevnum at halda seg til, bendir á, at leiðslan, nevnd og verandi umboðsráðslimir, verja seg móti kapping frá nýggjum valevnum (“protektionisma”)

Við lýsing i bløðunum fingu tryggingartakararnir, aftur hesaferð, bert tvær vikur skotbrá at stilla upp til komandi Umboðsráðsval.

Tá avgerðin er tikin um at stilla upp, skulu útvegast 25 tryggingartakarar at vera stillarar - tað er millum annað eitt av krøvunum fyri at kunna stilla upp til Umboðsráðsvalið.

Mannagongdin og stutta skotbráið gevur verandi Umboðsráðslimum og teim, ið áður hava stilla upp, ein munadyggan fyrimun framum nýggjar aktørar, ið skulu kunna seg, taka avgerð og so í gongd við uppstillingina, fyri fyrstu ferð.

Fleiri av gomlu garduni eru eisini longu frammanundan byrjaði raksturin, at fáa atkvøður, samstundis sum vit millum litið og einki hoyra um, hví valevnini bjóða seg fram, annað enn tað undirskilta, at tey vilja veljast.

Her er ov mikið ógjørt í mun til at fáa nýggj valevni á banan, og harvið er veruleikin at “elitan” fremur protektionismu. Lága talið av valevnum enn einaferð, talar fyri seg.

Tørvur er á, at umboðsráðið ger nevnd og leiðsluni greitt, at týdningarmikla valið krevur hægri raðfesting og virðiliga professionella handfaring – at leislan vísir virðing fyri eigara, kunnar kvalitativt so eigarin (veljarian) hevur dygdargott grundarlag at luttaka, sum valevni og veljari.

Danska felagið Tryghedsgruppen, sum vit samanbera okkum við, gevur limunum 5 vikur freist at stilla upp til val.

Kunningina um valið og uppstillingina fáa limirnir sendandi skrivliga og beinleiðis við e-posti, umframt í tíðindaskrivum.

Tað hevur ført til at fleiri bjóða seg fram hjá Tryghedsgruppen.

Her eru valevnini til umboðsráði (skrolla niður)

Her eru viðtøkurnar fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

VEL OPINLEIKA - Gott Umboðsráðsval 

Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.
(Eg standi ikki fyri vali hesaferð, men í 2024)