200 bátapláss í Álakeri

Fyri minst sjey árum síðan varð staðfest, at bíðilistin yvir bátapláss í Tórshavn tá var umleið 200. Elstu umsóknirnar vóru frá 1993

Tað hevur víst seg, at tá pláss hava verið tøk, hava fleiri av umsøkjarunum tikið umsóknina aftur. Tað kunnu eisini vera fleiri umsøkjarar, sum aftra seg við at søkja, tí møguleiki ikki er at fáa pláss.

Stórur tørvur er á fleiri bátaplássum í Tórshavn, men ilt er at siga hvussu nógvum. Fleiri ferðir er staðfest, at um bátaplássini skulu vera í Tórshavn, eru trupult at fáa eygað á annað stað enn Álakersvík.

Í Álakersvík kann vera brim, tá ættin er millum landnyrðing og sunnan. Tí er neyðugt at gera eitt grótkast fyri at fáa kyrruna. Við hesum í huga varð longu í 2005 farið at kanna málið, og í 2006 samtykti býráðið at gera modelroyndir.

Eingin ivi er um, at tað er gjørligt at gera bátapláss í Álakersvík. Ein bátahylur er samtyktur á Sundi, men eg meti tað ørskap at fara í holt við hann, tí veðurlagið er ringt á Sundi, og skulu bátarnir liggja trygt, verður tað ein sera stór íløga.

Álakeri er harafturímóti nógv betur egnað, tað liggur mitt í býnum, har vit kunnu fáa eina vakra marina, sum øll kunnu spáka sær ein túr til.

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri Fólkaflokkurin