Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

2. viðgerð: Gíslatøkan

2. viðgerð av tunlinum norð um fjall

Ymiskar hendingar ið hava verið seinasta mánaðin:

- Sjálvstri við Jógvan Skorðheim semjist so væl við samgonguna, at KvF fær tað til at Sjálvstri fer uppí samgonguna. Jógvan vísir hesum aftur. Kann tað hugsast at tunlanir norð um fjall er ein partur av hemmuligu avtaluni partanna millum?

- Uppskot um at gera Fámjinstunnulin verður lagt fyri tingið frá bæði samgongu- og andstøðutinglimum.

- Rættarnevndin hevur haft uppskotið til viðgerðar tsdagin 13. mars og mikudagin 14. mars, júst ein mánað eftir uppskotið var til fyrstu viðgerð.

Tann 14. februar løgdu andstøðutingfólk framm uppskotið frá Hvannasunds- og Viðareiðis kommunu fyri tingið, ið snúði seg um fáa fígging frá Norðoyatunlinum til at íverkseta nógv útsettu verkætlanina um at gera tunlar norð um fjall. Fyrsta viðgerð var sum heild jalig, men við nærri greining av hvat politikarnir verðuliga søgdu og hvat hvørjar útmeldingarnar komu dagarnar eftir hetta, er nokk einki at gleðast um.

Orðatakið sigur "Eingin kennir mein í annans bein", og tað kunnu vit nú so ruddiliga staðfesta, at flestu av okkara fólkavaldu hava ikki samkenslu, tí tað eru ikki tey, sum eru við sviðið so, ikki teirra veljarar, sum tað ávirkar. Kenslan er, at man vónar, at “hetta upplopið við tunlinum norð um fjall gongur yvir”.

Og so eru tað tey, sum ætla at útnytta uppskotið til egnan fyrimun. Ljótt verður tað, tá ið vit fara síggja ultimatum verða send frá vinstru og høgru. Tingfólkini í ætla sær ein bita, vita at tað er lættast at útnytta tey, sum eru neyð - tey sum onga rødd hava.

Tað er mín vón, at okkara fólkavaldu fara at atkvøða fyri og bara fyri einum spurningi. Er trupulleikin so stórur fyri tunlanar norð um fjall, at vit mugu loysa trupulleikan sum uppskotið leggur upp til ella ikki? Ja ella nei.

Í hesum teksti fari eg at royna at koma sindur inná hvat fer at henda komandi til aðru viðgerð og frammeftir. Hetta er soleiðis føroyskur politikkur er í dag.

Surðuroyarpolitikkarir, Suðuroyartunnilin og fámijins tunnulin
Tað fyrsta vit koma at renna okkum í er okkara góðu fólkavaldu vinir í Suðuroynni. Tí hvat er samhaldsfesti um seravtalur ikki vera gjørdar við Suðuroynna? Dennis Holm hevur longu verið úti og sagt, at tað er gott at tosað verður um alternativa fígging, tí tað er kanska tann einasta fíggingin, sum eru møgulig fyri at fíggja ein suðuroyartunnil, tá ið hann skal koma. Endamálið er at er brúka nýtslugjaldið fyri allar gjaldstunlar til at fíggja suðuroyartunnulin.

Hvat hevur hetta við tunlar norð um fjall at gera? Jú, sært tú, um tunlarnir norð um fjall partvíst kunnu fíggjast við Norðoyartunlinum, so eigur man at kunna senda suðuroyartingmenninir inná tingið, at gíslataka tunlarnir uppá tað ultimatum, at allir gjaldstunlar í Føroyum skulu fíggja suðuroyartunnulin, og at tað skal vera byrjað at bora tá ið Sandoyrartunnulin er liðugt boraður.

Er tað soleiðis tunlanir norð um fjall vera fíggjaðir? Nei, Norðoyartunnulin kemur ikki at rinda fyri alla verkætlanina. Norðoyartunnilin tekur lán og byggir tunlarnar soleiðis, at arbeiðið kann byrja beinanvegin. Landið fer at rinda 70 miolliónir um ári fyri árini 2021 til 2024, sum longu er sett av til at gera tunlarnar. Man metir, at landið fer at spara umleið 100 mió, sum fer at vera beinleiðis goldið av teimum, sum brúka. Umframt, at vit skulu minnast til, at tunlanir norð um fjall fáa bara fígging av einum tunli, sum er í lokal økinum t.v.s stórur partur av teimum, sum nta tunlanir norð um fjall nta eisini Norðoyartunnilin ofta.

Men hetta er ikki einasta ætlanin, sum okkara fólkavaldu vinir í Suðuoynni hava. Áðrenn uppskotið um tunlarnir norð um fjall var smekkað niður á tingborðið fyri hesuferð, hevði Henrik Old longu verið og lorað ein Fámijinstunnil uppí verkætlanina hjá Hvalbiartunlinum. Áðrenn hann sendi sjokkbylgjur gjøgnum allar brúkarir av gjaldstunlum við at kunngerða eina ætlan um, at brúkarar í Norðoyartunlinum og Vágatunlinum skulu fíggja Standferðsluna millum annað.

Men teir politikkarnir skulu bara vita, at játtanin til Hvalbiartunnulin ikki er samtykt enn. Ætlar man sær at flúgva so lágt, at man velur at gíslataka tunlanir norð um fjall fyri Fámjinstunnulin ella Suðuroyartunnulin. So kann man enn siga “Hov hov! Slappa líka av!”.

So mín vón at man ikki velur at blanda alt hetta saman, tí tað má ongantíð koma til at surðuroyingar skulu setast upp ímóti norðoyingum. Bæði øki hava rætt og tørv til eitt gott og trygd samferðslukervi.

Dagført: Hvalbiartunnulin er komin í tingið at fáa játtan, uppskotið (gíslatøkan) um at gera Fámjinstunnil bleiv sent inn 8. mars. Fyrsta viðgerð verður 21 og 22. mars.

Gerðabø og dulda avtalan hjá Skorheim við samgonuna
Í mestsum allari søguni um tunlanir norð um fjall hevur tað verið ein pínulig tøgn frá meirilutanum í Klaksvíkar kommunu. Í 2009 eydnaðist tað at boykotta verkætlanina heilt. Orsøkina finna vit í seráhugamálum hjá Klaksvíkar kommunu.

Norðanfyri Klakskvíkina liggur góðshavnin, sum verður kallað Norðhavnin. Hon er vorðin ein góð íløga fyri kommununa. Nógv skip nta hana gjøgnum alt árið, bæði at avkipa, landa og avgreiða onnur viðurskifti. Um summari fær hon nógvar vitjanir av ferðamannaskipum og um tað ikki var fyri Sea Shepherd og herðferð teirra imóti Føroyum, høvdu nógv fleiri ferðmannaskip sett kós imóti Føroyum og Norðhavnini.

Í kommuni meinti man tað at tunnulin norð um fjall kann einans gerast, um tunnilsmunnin kemur út norðanfyri Klaksvíkina. Tí, og her er trupulleikin.

Eins og ferðslan er voksin norð um fjall (1311 bilar um samdørgrið), so er tunga ferðslan eisini vaksin til og frá Ánunum, Norðhavnini, við Strond, Haraldsund og Kunoy. Nærum øll ferðslan fer inn í Klaksvíkina um Stangaveg. Tað er sjálvtsagt, at tað er ein ferðslutrupulleiki. Tað koyrir alt ov nógv ferðsla ígjøgnum byin óneyðugt (transit). Hetta er nakað, sum man hevur vilja loyst, og man er langt síðan komin til tað niðurstøðu at um tunnulin kemur út norðanfyri Klaksvíkina, so kann kommunan áleggja landinum at byggja ein landsveg omanfyri Klaksvíkina. Hetta er eisini sett upp sum avleidd verkætlan fyri eina av loysnum fyri “Tunlar norð um fjall” í SAMFERÐSLUÆTLAN 2008-2020“ sum “Umkoyringarvegurin um Klaksvíkina”.

Tí fór man so langt sum at boykotta verkætlanina í 2009 tí kommunan vil hava rættin til at siga hvørja linjuføring tunlarnir skulu hava, og hetta er ein orsøk til at í dag níggju ár seinni, framvegis ongan tunnil ella politiskan vilja hava.

Burtursæð frá meirilutanum í Klaksvíkar kommunu, so er tað ein breið semja millum fólk annars í Norðoyggjum generelt, at ein tunnil um Gerðabø er ein náttúrlig loysn, sum loysir uppgávuna nógv betri enn hinar loysnirnar, sum eru í uppskoti. Minnilutin í bráðnum og fyrrverndi limir hava eisini sagt sína hugsan um hetta mál. Millum annað hevur Atli S. Justinussen frá byrjan havt eina greiða meining um, at linjuføringin eigur at fara suður um Klaksvíkina


Tær týdningamiklastu grundgevinganir eru hesar

• Norðanfyri Klaksvík: Tað fyrsta er at ein landsvegur omanfyri Klaksvíkina kemur at hava eina ógvuliga langa brekku fyri at ikki brótra krøvini um max hall á einum vegi.

• Norðanfyri Klaksvík: Landsvegurin verður eini 3000 metur langur

• Norðanfyri Klaksvík: Landsvegurin skal heilt uppá 120 metrar fyri at vera omanfyri ovasta veg í Klaksvík, hetta er sama hædd sum at koyra um Gøtueiði. Tað er ónoktulig fakta, at hægri ein vegur liggur, meira útsettur er hann fyri kava og ringum veðri, tískil fleiri dagar um ári vandamikil.

• Sunnanfyri Klaksvík: Loysnin mekir at 1311 færri bilar koyra um Stangavegin og Skáltavegin um dagin.

• Sunnanfyri Klaksvík: Við loysnini sleppur man av við alla ferðslu millum Norð um Fjall/Eysturoynna beinanvegin, hon skal bara koyra millum tunlanir.

• Sunnanfyri Klaksvík: Loysnin fordeilur trafikkin beinanvegin við tunnilsmunnan út yvir bin. Eftir verandi ferðslumynstri koyrir 90% av trafikkinum frá Grønabóli heilt til rundkoyringina við posthúshjørni áðrenn trafikkurin fordeilur seg.

Mynduleikanir hava eisini útgreinað hendan spurning víðari.

“Ráðið fyri ferðslutrygd mælir til, vísandi til Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2008-2015, at ferðslan verður leidd uttan um bygt øki, uttan at blanda seg uppí, hvør tunnilsføringin skuldi vera.

Annika Olsen, landsstriskvinna, upplsti fyri nevndini, at Klaksvíkar kommuna hevur fingið at vita, at vegagerðin gjøgnum Klaksvík ikki er ein partur av tunnilsætlanini og ikki íløga, sum landið vil átaka sær.”

Mynd: Hálkudagar í Føroyum 2012-2013. Høgtliggjandi vegir í Føroyum vera mest raktir.

Vit hava áður hoyrt Jógvan Skorheim siga, at hann ongantíð fer at gera eina avtalu við samgonguna. Tað var ikki meira enn orðið sagt, so hevði hann gjørt eitt gerðabti við samgonguna. Og tað er nógv sum tíðir uppá, at hann longu hevur verið í gongd við eitt gerðabti afturat.

Treytin er bara ein, tunnulin skal hava munna norðanfyri Klaksvíkina, ella fer Sjálvstri ikki at stemma fyri. Og hvat fær samgongan afturfyri? Ja, um tað verður nøkulunda soleiðis, so er tað longu ein rossahandil og dømi uppá, at ein borgarstjóri og tinglimur arbeiðir við seraáhugamálum við magt sum tinglimur (atkvøðurætt á landsins tingi).

Í uppskotinum frá Annfinn Kallsberg, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø í 2008 stendur soleiðis:

“Tí er eingin ivi um, at hetta er besta loysnin(Klaksvík Suður) fyri verkætlanina. Landsverk vísir á loysn 3 ”At gera nggjar tunlar umleið á sama staði”. Hetta er tann bíligasta loysnin til sjálvar tunlarnar, men her taka teir ikki við tann kostnað, tað kemur at hava fyri landskassan at samanbinda Norðoyatunnilin og tunnilin Norð um Fjall. Man ikki kravið koma eisini (eins og í Leirvík), at vegur verður gjørdur úr Borðoyavík og norður um Klaksvík.Tað verður upplýst, at avleidd verkæltan av loysn nr. 3 er mett til 30 mió. kr.

Henda meting er eftir okkara bestu sannføring langt frá veruleikanum og er minst 100 mió. kr. ov lág. Vit skulu minnast til, at tað at fremja eina slíka vegaføring í gjøgnum brattlendi/ bygt øki gjøgnum allan eystara arm av Klaksvík er ein sera vánalig og sera dr loysn. Verður farið inn í bygt øki, eru eisini ferðslutrygdarlig atlit at taka, og yvir so langt strekki verða tey neyvan nøktandi.”

Mín vón er at man vaknar í Klaksvíkar bráð og eggjar til Klaksvík suðurloysnina. Tað ger at ferðslumystrið verður einfaldari og tryggari fyri allar brúkarar. Tann loysnin útilokar heldur ikki, at man ger ein landsveg omanfyri Klaksvíkina eisini, men argumentið er framvegis, at vegurin kemur at liggja órímuliga høgt og tí kann ikki veita tænastu alt ári.

Fyri at tryggja sær at besta loysin verður ntt, so kann Landverk gera eina óhefta trafikk

“Sambært Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2008-2015 er eitt av málunum, at óheftir trygdargrannskoðarar skulu eftirmeta allar vega- og ferðsluverkætlanir, sum verða settar í verk í Føroyum. Hesir fara í framtíðini at eftirkanna allar nggjar vega- og ferðsluverkætlanir, sum Landsverk varðar av. Endamálið er at gera nggjar vegir ella broyta teir analysu fyri at staðfesta hvar í tað er best at leggja tunnulin. Á heimasíðu teirra stendur Tann dagførda Samgerðsluætlanin (2012-2024) gevur ábendingar um at politikkur órógvar arbeiði hjá Landsverk. Yvirlits myndin yvir tunnils ætlanir í Føroyum vísir tunnulin skuldi gerast í 2013 til 2017 við linjuføring via Gerðabø (Klaksvík Suður). Meðan “valda loysn” (verkætlanar frágreiðing) stendur til at vera staðsett til umleið har, sum verandi tunlar eru í dag, men á lægri lendi. Tað luktar alvorliga av rotinskapi, at Landsverk ikki sleppur at gera sítt arbeiði.

So fyri taka samanum, so hava tað veri heila fra loysnir í uppskoti
1. 
Norðuri í Dali
2. Gera verandi tunlar størri
3. Klaksvík Suður Gerðabøð
4. Nýggjar tunlar nær við verandi tunlar á lægri lendi

Legg til merkis, at í verkætlanar lsingini verður vegurin omanfyri Klaksvíkina ikki nevndur. Hetta er áhugavert, tí at ein av taktisku loysninum kann væl vera at Skorheim og samgongan velja “bíligastu” loysnina og brúka tað, sum eitt argument í sær sjálvum, meðan man letur vera við at nevna teir tríggjar kilometranir av landsvegi uppi í haganum, sum Landsverki verður álagt, at gera og hvat tað kemur at kosta.

KvF staðfestir at Sjálvstrið er í tøttum samstarvi og spyr Jógvan Skorheim um flokkurin ætlar sær uppí samgonguna. Tað gevur ábendingar um, at Tunlanir norð um fjall eru partur av duldum avtalum.

Ovurhiting, relativisering og samferðslu reformur
Okey, so er tað tey, sum bara vilja skumpa hetta undir teppi, tí tað er so flúgvandi líka mikið fyri tey um tunlarnir eru vandamiklir ella ikki.

Gíslatøkan av okkara samvitsku fór í gongd beinanvegin. Háfoss hevur verið dúgliga úti í miðlinum og greitt frá, at búskapurin er ovurhitaður, og ákkurat hendan verkætlanin fer at senda okkum út í eina ókontrolleraðari leið. Tí skulu vit onnur kenna á okkum eina skuldarkenslu.

Men nú mugu vit ikki hava tað uppfatan, at eingin sum helst íløga má gerast, tí tað skortar ikki í við íløgum til alt annað. Síðan tørvurin var staðfestur longu í mitt í 80inum hava vit haft tvær umfatandi fíggjarkreppur, nógv miðalgóð ár og nógv sera góða fíggjarlig ár. Og aðarstaðni í Føroyum kenna vit einki til at nú mugu íløgur útsetast, har verður bara íverksett so skjótt sum tað yvirhøvur er gjørligt.

Og bara fyri at takan saman um: Síðan fyrstu viðgerð hava longu fleiri aðrar verkætlanir verið frammi

1. Atlantic Airways og Lív vilja byggja hotell í Havn fyri 120 mió.

2. Annika Olsen vil hava nýggja innkoyring til Tórshavn, møguliga tunnil fyri 300 mió.

3. Fámjinstunnulin, mettur at kosta 60 mió (kemur neyvan at vera so bíligur).

4. Búðstaðir vil hava landið at byrja uppá Hoydalar verkætlanina, 150 míó.

Um Kristina leitar eftir einum fíggjarligum argumenti, so kann hon bara koma norð at staðfesta, at har eru tr aliloyvir útskrivað umframt, at tvær alistøðir virka í økinum. Økið ger veldigan mun í bruttotjóðar úrtøkuni. Vit tosa veldigar upphæddir, sum síggjast aftur aðrarstaðni í samfelagnum og hava jaligan ávirkan á handilsjavnan.

Tá ið tað byrjar at grynna við argumentum, so er einki betur at taka til enn at fara at reltivisera. Hvat við hasum vegnum, hvat við hasum strekkinum, hvat við tí? Uh, ah, ja, hatta var ein góður spurningur Ingolf, tað leggur sjálvandi upp til at nú mugu vit fara hyggja burtur frá politiki og leggja køld fakta á borði, meta um tørv og vandar. Síðan gera eina raðfesting har vit taka hædd fyri hesum.

Kanska vit koma til somu niðurstøðu sum Landsverk fyri 11 árum síðan? Mest trygd fyri penganir fáa vit við at dagføra strekkið tunlanir norð um fjall, sum tað stóð í rapportini. Tað hevur so ikki veri nakað argument, sum hevur víst seg at rigga. Tilmælini hjá Landsverk hava verið skúgvað til viks ferð eftir ferð.

Men tað er ikki veruliga argumentið hjá teimum, sum royna at samanbera við hetta og hatta vegstrekkið. Veruleikin er, at tey fólkini leggja ikki petti í tunlarnar, og hava tí tørført við at hava nakra samkenslu við teimun, sum hava tørvin.

Og so eru tað tey, sum krevja sínar ideologisku linjur uppfylgdar. Tónin var at hendan skipanin má galda fyri allar tunlar, og hon má hava virknað fyri alt landið. Framsókn hevði síni ynski um liberala skipan og tey, sum kalla seg sosialistar hava síni ynskir um samhaldsfasta skipan.

Tað er so ein av vandunum, at man vil semjast um eitt ella annað fyri at draga tíðina út. Í fyrstu viðgerð vísti fleiri á, at Henrik Old hevði okkurt í stoypiskeiðini. Men Henrik Old var skjótur at koma út við, at hann skal gera eftir boðum frá samgonguni. Og tað er nokk eitt tekin uppá, at tað sum Henrik Old hevur verið í gongd við er ikki komið nakað áleiðis.

Niðurstøða
Mín vón er at okkara fólkavaldu skjilja støðuna og ikki flúgva sum ravnar yvir einsmøllum lambi fyri at kanna sær ein bita.


Keldur

  1. Dennis Holm lesarabræv http://portal.fo/vitja.php?vitja=http://lesarin.fo/taka+vael+imoti+at+suduroyartunnilin+nu+eisini+kemur+a+framskundada+dagsskra.html

  2. Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð(tunlar norður um fjall http://logting.fo/files/casestate/21985/081.17%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll. %20um%20fast%20samband%20um%20Leirviksfjord.pdf

  3. 1. Viðgerð ljóðupptøka https://soundcloud.com/hjalmar-zachariassen-11891425/tingfundur-2-14-18-118-pm

  4. Uppskot til løgtingslóg um tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil (2008 http://logting.elektron.fo/logtingsmal/Logtingsmal07/Vanlig%20Tingm%C3%A1l/134.07Tunnil- Klaksvik-Arnafjord-Depil.htm

  5. Álit II í løgtingsmáli nr. 112/2008: Uppskot til løgtingslóg um tunlar no rður um Fjall við tilhoyrandi vegum http://www.logting.fo/files/casestate/3275/112.08%20Tunlar%20nordur%20um%20Fjall%20II.pdf

  6. Portal.fo: Uppskot um at gera Fámjinstunnulin http://portal.fo/ andstodu+og+samgongulimir+saman+um+famjinstunnilin.html

  7. Sjálvstýri ikki á veg uppí samgonguna http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/03/07/sjlvstri-ikki-veg-upp- samgonguna

  8. Samferðsluætlan 2008-2020 og Samferðsluætlan 2008-2024 útgevari Landsverk

  9. Henrik Old: Samgongan má taka støðu(17. februar 2018) http://portal.fo/ henrik+old+samgongan+ma+taka+stodu.html

  10. Helvtin av vøkstrinum í BTÚ stavar frá fiskaalingini(25. februar 2015) http://www.hagstova.fo/fo/tidindi/ 2015/02/helvtin-av-vokstrinum-i-btu-stavar-fra-fiskaalingini

  11. Fíggjarlógaruppskot 2018 https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10090/flu-2018.pdf

  12. Hans J. Hermansen, Nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag fílist inná Sjálvstýri http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/undrunarvert-og-ovbodid/


Viðmerkingar
Í samferðsluætlan 2012-2020 skrivar Landsverk soleiðis um einvegis tunlarnar:

Verandi tunlar
Eitt uppskot til betring av far leiðum, har trupulleikin eru einsporaðir og ótíðarhóskandi tunlar, er at víðka (hækkað og breiðka) verandi tunlar. Fyri at tunlarnir skulu liva upp til dags ins støði, verða teir eisini tryggj aðir og vatntryggjaðir, umframt veitingar og dren verða løgd í, eins og tunlarnir verða útgjørdir við neyðugari trygdarútgerð. Hetta er roynt í eitt nú Noregi, har tey eisini hava trupulleikar við, at smalir og lágir tunlar ikki liva upp til dagsins støði.

Í uppskotinum til loysnir fyri nggjan Hvalbiartunnil og tunlar Norður um Fjall, var eitt viðgjørt alternativ at dagføra og breiðka verandi tunlar, men í báðum førum varð mælt til heldur at gera nýggjar tunlar. Orsøkin var, at prísmunurin er lítil, og amparnir í byggitíðini stórir. Við at gera heilt nýggjar tunlar fæst eisini ein betri loysn viðvíkjandi linjuføringini – bæði av tunlinum og av tilhoyrandi vegum.

Eitt nú í Hvalba hevði verið neyðugt fyrr ella seinni at gjørt Kolavegin av nggjum, um loysnin við at víðka verandi tunnil varð vald, tí Kolavegurin er ikki bygdur til nógva tunga ferðslu.

Íslendingar hava eisini royndir við at víðka verandi tunlar, og niðurstøðan er, at tað kostar umleið tað sama sum at byggja ein nggjan tunnil við somu longd.

Klaksvík Suður fingramerkið
Onkuntíð hevur tað verið frammi, at Klaksvík Suður (Gerðabø) skal vera friðaður. Um ein hyggur eftir linjuføringinum, so sært tú at fjallavegurin omanfyri Klaksvík kemur at raka sama punkt, sum tunnilsmunnin kemur út sunnanfyri Klaksvíkina. Tískil kemur ein tunnilsmunni norðanfyri Klaksvíkina at gera nógv størri fingramerkið á náttúruna enn ein tunnilsmunni sunnanfyri.


Hjalmar Zachariassen