18.000 skattafríar krónur um árið

Í januar 2019 hava pensjónistar, sum bert hava fólkapensjón og Sam­haldsfasta, omanfyri 1.500 krónur meira at liva fyri um mánað­in ella meira enn 18.000 krónur meira árliga enn tey høvdu, áðrenn vit tóku við leiðslu landsins.

Og hjá teimum, sum hava hug og orku til at arbeiða eitt sindur við síðuna av, liggur enn meira eftir. Vit hava lækkað landsskattin úr 20 % niður í 15 %. Tað merkir, at allir pensjónistar, sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva fyri, rinda minni í skatti. Og um ein pensjónistur til dømis forvinnur 10.000 krónur um mánaðin við síð­una av pensjón og Samhaldsfasta, so rindar hesin í dag 6000 krónur minni í skatti árliga.


Í 2015 var Samhaldsfasti 3.010 krónur um mánaðin og í 2019 verður Samhaldsfasti 5.590 krónur um mánaðin. Tað er rætt, at grundupphæddin lækkaði við 580 krónum í 2016, men samlaða útgjaldið er hækkað. Viðbótin er hækkað við 150 krónum, kringvarpsgjaldið er lækkað úr 3.600 krónur um árið fyri hjún niður í 600 krónur um árið pr. pensjónist. Við øllum batum fær pensjónisturin omanfyri 1.500 krónur meira at liva fyri um mánaðin hetta valskeiðið. Tað er ein søguliga góður bati.


Bulurin í pensjónshugsanini hjá okkum í Javnaðarflokkinum hevur altíð verið, at vit skulu kunna liva væl og virðiliga á ellisárum. At fíggjarligt frælsi gevur satt lívsfrælsi. Tí eri eg sum formaður fyri Javnaðarflokkin sera fegin um, at vit megnaðu at geva pensjónistunum hesar batar. Hetta er samhaldsfesti millum ættarlið.


Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins. 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=dS16EPZyYzM&t=30s]