Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

14. sept. – a masterpiece of inconclusiveness

2013-09-14 21:49

skýrir enski søgufrøðingurin John F. West fólkaatkvøðuna 1946, sum Zakarias Wang sigur vera týdningarmesti dagurin í Føroya søgu.

Skyldmaður mín Zakarias Wang er ikki vaksin frá fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946, sum hann í grein um dagarnar sigur vera týdningarmesti dagurin í Føroya søgu. Tá var fólkaatkvøða um, hvørt vit skuldu viðurkenna at liva undir donsku stjórnarskránni (grundlógini) ella gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Tíbetur valdu vit at vraka donsku stjórnarskránna og vildu heldur, at vit gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki, sigur hann.

Men hetta passar sjálvandi ikki. Úrslitið varð, at bert ein triðingur valdi loysing, ein triðingur valdi stjórnaruppskotið og ein triðingur valdi slett ikki. Og fólkaatkvøðan var øll sum hon var ein fløkja ella sum enski søgufrøðingurin sigur eitt meistarastykki av eini fløkju (”a masterpiece of inconclusiveness”). Og tí segði hon hvørki eitt ella annað. Ella at føroyingar sum vanligt ikki vóru samdir um nakað sum helst.

Og so fer ZW at hugleiða um, hvussu ring vit høvdu havt tað í Føroyum, um úrslitið hevði verið eitt annað og tá hevði Maria Damanaki enntá útskrivað fiskiloyvir.

Men hetta er altsamalt nakað verri tvætl. Hygg eftir grønlendingum. Teir hava sama rætt, sum vit. Og Maria Damanaki útskrivar ikki fiskiloyvir í Grønlandi.

Haldi ikki, at vit skulu gera ein fløkjudag til okkara týdningarmesta dag. Vit hava betri uppiborið.

Johan Petersen