Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

126 ár síðan Richard B. Thomsen, vinnulívsmaður og skald, varð borðin í heim

2014-02-13 03:00

Í dag 12.februar eru liðin 126 ár síðan abbi mín Richard Børge Thomsen varð borðin í heim á Tvøroyri. Flestu føroyingar kennast við navnið, og munnu enn vera nógv, sum kennast aftur til nakrar av skaldsøgum hansara, sum vóru lisnar upp í ùtvarpinum m.a. "Blámannavík" og "Lagnan".
Richard var sonur til Hans Georg Thomsen, ið var giftur við svenskari konu nevnd Ida Melstrøm. Abbi Richard var kendi danski reiðarin Thomas Frederik Thomsen, ið búði á Christianshavn, Strandgade, har hann hevði stórt reiðaravirksemiðog fleiri stór farmaskip, ið sigldu millum Europa og eysturstrond Ameriku. Richard var giftur við Ingrid, ið var dóttur annan reiðara á Tvøroyri, nevniliga Niels Juel Mortensen, son til navnaframa Jóhan Mortens úr Øravík, og Josefinu Mortensen, ið var dóttur til Gudmund Effersøe.
Richard tók heilt ungur handsilprógv á Borgerdydskolen í Keypmannahavn, og arbeiddi eftir hevði eina tíð í fyritøkuni T.F.Thomsen A/S, ið jú var gamli einahandilin, ið abbi hansara keypti í 1856. Nøkur fá ár seinri fór Richar til Onglands at nema sær víðari handilslæru og mál, og var hann eina tíð eisini í Týsklandi og góð tvey ár í Amerika.
Tá pápin, Hans Georg, andaðist í 1911 tóku Richard og beiggjanir Tummas og Herluf yvir leiðsluna av handilsvirkseminum.
Í 1927 byrjaði Richard egnu fyritøkuna Richard B. Thomsen A/S, og var hann í 1921 ein av stovnarunum av fyritøkuni A/S Tveraa Fiskeriselskab, ið átti trolarnar "Nýpan", "Grímur Kamban" og "Magnus Heinason".
Uml. 1920´ini byrjar kreppa á meginlandinum, ið endar við øðrum heimsbardaga, og vóru nógv virki, sum fóru á heysin. Tó so hóvraði Richard B. Thomsen A/S undan, tó at virksemið minkaði nógv.
Tað var í hesum kreppuárum at Richard tók til at skriva skaldsøgur. Skrivað varð mest á donskum, og nógv lá eisini nógv tilfar eftir hann um føroyskt vinnulív og broytingina frá bóndasamfelagnum og til tað, tá á tíðum, framkomna fiskivinnusamfelag við endan av 19. øld og byrjan í 20. øld.
Fyrsta skaldsøgan "Blámannavík" varð givin út í 1944, og komu síðan fleiri bøkur rað á rað. Richard var mest lisni rithøvundur í Danmark í byrjan av 1950´unum, og seldi hann tá fleiri enn 100 túsund bøkur. Eina skaldsøgan, "De stærke viljer", varð seld ímeiri enn 60.000 eintøkum, og varð eisini umsett til enskt við heitinum "The Tyrants".

Í tíðarfestari raðfylgju gav hann hesar bøkur út:

1944 - Blámannavík
1945 - Lagnan
1948 - Roddarhøfn
1950 - Evigt står fjeldene
1951 - Når fossens sang dør hen. Umsett til íslendskt.
1951- Mod længslernes land. Umsett til norskt.
1952 - De stærke viljer. Umsett til enskt.
1953 - Lænkerne løsnes
1954 - Drømme der brast
1957 - Skæbneøen

Richar og Ingrid fingu 5 børn: Ida, Esther, Henning, Tove og Birgith. Ida andaðist fyri stuttum 97 ára gomul, og er í dag einans Birgith á lívi, og býr hon á Røktarheiminum á Tvøroyri.
Heilt nógv tilfar liggur eftir um hvør hesin maðurin var - hvussu hann var sum persónur og sum menniskja, og nógvar eru eisini søgurnar frá vinnuvirkseminum og ikki minni frá tí skaldsliga partinum. Nevnast kann, at hann sum mest lisni rithøvundur í Danmark, varð kosin heiðurslimur í danska rithøvundafelagnum. Hvussu móttøka og "galla-night" spældi av í hesum høgt virda felag, skal eg lata liggja eftir, men óheppi var her kanska, at Richard ikki altíð kendist aftur millum tað skaldsliga og versliga.
Ein av góðu vinmonnum hansara var annað skald, Poul F. Joensen, ið altíð legði leiðina innar til eitt gott prát ávegis úr Sumba og til Froðba. Hvat hesir menn tosaðu um og hvussu vinarlagið annars var millum teir, skal eg eisini lata liggja.
Richard B. Thomsen andaðist í heiminum 4.apríl 1970.

Kári Thomsen